SAS flýgur aftur til Gran Canaria eftir sandstorm

Í dag vænta bæði SAS og Norwegian at kunna flúgva úr Gran Canaria eftir ódnarveðrið um vikuskiftið.

Eftir at ein sandstormur um vikuskiftið stongdi alla flogferðslu til og úr Kanarisku Oyggjunum, bendir nú á, at tað aftur fer at bera til at flúgva.

Seinnapartin sendir flogfelagið SAS eitt flogfar til Gran Canaria, sum seinni seinnapartin ella í kvøld skal flúgva til Oslo við 262 ferðafólkum.

Tað upplýsir pressustjórin John Eckhoff, hjá SAS í Skandinavia.

– Veðrið er frægari, og forsøgnin sær eisini góð út. Vit eru farin at kanna flogførini og vóna, at fleiri teirra er klár at fara á flog í loypi av degnum, skrivar hann í einum telduposti.

Eisini Norwegian arbeiðiir við at fáa flogfør, sum nú standa parkerað á flogvøllinum í Las Palmas á Gran Canaria, á flog aftur.

– Vit arbeiða við at seta tvey eyka flogfør á rutuna fyri at fáa okkara ferðafólk heim, upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi.

– Trygdin hevur fremstu raðfesting. Tí vilja vit fyrst trygdarkanna tey átta flogførini, sum standa parkerað á flogvøllinum í Las Palmas fyri at tryggja, at tey ikki hava fingið skaða í sandstorminum.

– Mál okkara er, at flogførini skulu vera liðug kanna í loypi av degnum, upplýsir Norwegian í tíðindaskrivi.

Málið er, at tey fyrstu flogførini skula fara úr Las palmas seint seinnapartin, skrivar felagið.

Felagið Aena, sum rekur flogvallirnar á sponsku oyggjunum í Atlantshavinum, upplýsti í nátt, at allar floghavnir eru lætnar uppaftur.. Tó er floghavnin á sponsku oynni Tenerife framvegis stongd.

Flleiri SAS- og Norwegian-flogfør til og úr Gran Canaria vórðu um vikuskiftið avflýst.

Sandstormurin var ógvusligur, og myndir vístu, hvussu himmalin varð litaður appelsingulur, og sýnið var munandi versnað.

Atlantsflog kemur til Føroya av Gran Canaria í morgin klokkan 12:45.

/ritzau/