SAS flýgur aftur til Føroya 1. apríl

Frá 1. apríl at rokna fer SAS aftur undir regluliga flúgving til Føroyar.

Í fráboðan í dag sigur skandinaviska flogfelagið, at tey fara undir 180 beinleiðis flogrutur úr Skandinavia til Evropa í vár- og summarferðaætlanini.

Tað er sum vera man treytað av, at ferðaavmarkingarnar verða linkaðar.

Umframt at taka fleiri rutur uppaftur, verða eisini nýggjar rutur sum eitt nú flogferðir úr Stockholm til Barcelona, úr Oslo til Faro og úr Keypmannahavn til Larnaca.

Felagið sigur, at eftirspurningurin eftir flogferðum er í vøkstri, serliga til heitaru leiðirnar.

Sambært ferðaætlanini verður fyrsta flogferðin til Føroya úr Keypmannahavn 1. apríl, sum er skírisaftan. Flogið verður aftur páskadag og annan páskadag. Frá sunnudegnum 11. apríl verður reglulig flúgving hvønn dag. Bíligasta flogferð úr Keypamannahavn til Føroya í apríl er 762 krónur.