Sarkozy: Evropa kann fara í spønir

Nakrar fáar tímar undir tí averandi toppfundinum hjá ES í kvøld og í morgin ávarar franski forsetin, Nicolas Sarkozy, um, at tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, um tað ikki eydnast ríkis- og stjórnarleiðarunum at finna eina loysn á skuldarkreppuni í evruøkinum.

-Ongantíð hevur tað verið so stórur vandi fyri, at Evropa kann fara í spønir. Hetta er okkara seinasti møguleiki. Vit fáa ikki nakran møguleika afturat, segði forsetin í einari røðu í býnum Marseilles, har hann er á einari evropeiskari ráðstevnu saman við øðrum konservativum leiðarum.

Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, er eisini á ráðstevnuni í Marseilles, og hann kom eisini við einari ávaring til ES-toppfundin, sum verður í kvøld og í morgin.

-Allur heimurin hyggur at okkum, og heimurin væntar, at vit finna evropeiska loysn og ikki fleiri trupulleikar, segði Barroso.