Sarah Brendel á Summar Festivalinum

Týska songkvinnan Sarah Brendel, ið vitjar Føroyar um góðar tvær vikur, verður eitt av nøvnunum á ársins Summar Festivali, hetta vátta fyrireikararnir fyri Sosialinum í dag.

festival summarið
 
Sosialurin bar fyrst í mars tíðindini um, at onkur festivalur lá í samráðingum um at fáa kristnu týsku songkvinnuna Sarah Bredel til Føroyar. Vit frættu hetta á eini konsert hjá songkvinnuni í Keypmannahavn. Men tá var ikki møguligt at fáa at vita hvønn festival talan var um, men nú er tað váttað, at Summar Festivalurin hevur tryggja sær hetta, eitt tað mest spennandi nýggja navnið á kristna tónleikapallinum. Á Summar Festivalinum spælir Sarah við sínum bólki.

Men longu um tvær vikur kemur Sarah til Føroyar við sínum kassagittara at spæla nakrar konsertir. Fysta konsertin er sum upphiting fyri Rebeccu St. James í Kelduni, mikukvøldið 31. mai. Dagarnar eftir hetta spælir hon sjálv ókeypis kirkjukonsertir í Christianskirkjuni í Klaksvík, Berøa í Saltangará og í Havnar kirkju.
Sarah Brendel hevur við lagnum Du Bist Nicht Allein ligið nummar eitt á almenna hittlistanum í Týsklandi í 20 vikur. Hetta er eitt lag, ið er samstarv millum fleiri kristnar týskar sangarar.

Seinastu tíðina hevur Sarah roynt at gjørt vart við seg á amerikanska marknaðinum. Hetta hevur gingið rættiliga væl. Umframt útgávusáttmála við Inpop, ið hon hevur tryggjað sær, hevur hon spælt nógvar og væl vitjaðar konsertir. Ummælini av hennara fyrstu og sjálvnevndu fløgu á amerikanska marknaðinum hava verið avbera góð. Hon varð vald ársins nýggji artistur  á amerikanska marknaðinum av Christian Today.


Tónlistarliga ferðast Sarah í umhvørvinum millum fólkatónleik, popp og rokk. Hon dugir sera væl at framføra, og er ein óføra góður gittarleikari og syngur sum ein eingil. og dugur væl at spæla við dynamikkin í bæði rødd og gittara, so at alt gongur upp í eina hægri eind.