Tað svíður djúpt hjá portugisum, at teir vóru sendir út av HM-kappingini aftaná 0-1 tap fyri Marokko í HM-fjórðingsfinaluni.
Portugisiskir miðlar skriva í dag, at hetta tapið fær ógvuliga sannlíkt avleiðingar fyri núverandi landsliðsvenjaran, Fernando Santos.
Samstarvið við Fernando Santos, ið annars førdi Portugal til EM-gull í 2016 endar, og avloysarin verður ikki hvør sum helst.
Sambært stóra italska ítróttarmiðlinum, La Gazzetta dello Sport verður tað portugisiska venjaralegendan, José Mourinho sum fer at taka við starvinum sum portugisiskur landsliðsvenjari.
Portugisiska fótbóltssambandið hevur lagt upp til, at Mourinho kann vera bæði høvuðsvenjari hjá AS Roma og landsliðsvenjari hjá Portugal. La Gazzetta dello Sport sigur seg vita, at Mourinho er áhugaður at taka við starvinum sum landsliðsvenjari hjá heimlandinum.