Sannleikin um okkum hvítu

Yrking

Vit hvítu halda okkum best at vera
Og kunna meir enn onnur gera
Hvat billa vit okkum inn
At hava so óreint sinn

Vit rændu tey svørtu úr teirra landi
Og fluttu tey bundin í bandi
Í okkara egnu lond
Og slitu teirra familjubond

Tey blivu seld sum trælir
So teir hvítu kunnu vera sælir
Alt hart arbeið tey skuldu gera
Tí tey hvítu fín skuldu vera

So nógv ár eru liðin
Síðan tann svarti var sligin
Men enn í dag vit síggja
Hvít, tey svørtu skíggja
Ófatuligt, hvat hatur til kann føra
Hetta kann gera meg púra øra
Særd og dripin í hópatal
Tey hvítu vóru líkasæl

Húðalitur, hvat hevur tað at siga?
Bið tey hvítu gera so væl og tiga
Skamma seg tey máttu
Og umborið, sum tey áttu

Elska næsta tín sum sjálvan teg
Sigur orðið, ja eisini við teg
Hugsa teg um áðrenn tú dømir
Og vita um tað seg ikki sømir