Sokallaðu viðmerkingarnar hjá Tvøroyrar Býráð í samband við at mín góði starvsfelagi Arnhold Jensen hevur sagt seg úr starvi, vóru onki annað enn ein roynd hjá býráðnum at vaska hendur og at seta Arnhold í ringt ljós, tí hann skuldi eitast at krevja sømdir, hann ikki hevði rætt til.
Havi ilt við at skilja, at 6 býráðslimir skuldu lata seg villleiða til at skriva undir viðmerkingarnar.
Arnhold hevur ikki gjørt annað enn at biðja um somu sømdir, sum aðrir kommunulæknar fáa í økjum, har ringt er et fáa kommunulæknar og annars biðið um eina virðiliga viðgerð av málum, sum hann og undiritaði hava vent okkum til býráðið við.
Málið um lønina hjá læknaskrivaranum er bert eitt av mongum málum, men býráðið roynir at gera tað til høvuðsmálið.
Høvuðsmálið er tann broyting, sum er hend í býráðnum frá vælvild og áhuga til líkasælu, negligering og drál.
Vit skriva brøv til býráðið, men hoyra ikki eitt orð aftur.
Í fjør søktu Arnhold og undirritaði vegna skrivararnar um stuðul til skeið í Danmark og hildu sjálvandi, at tað sum kundi lata seg gera í 2008 eisini kundi lata seg gera í 2012.
Vit søktu ikki um gjald til okkum sjálvar.
Vit hava ikki fingið skrivligt svar enn, men hava við uppringing til býráðið fingið at vita, at umsóknin ikki var gingin á møti, tí kommunala eftirlitið noktaði fyri tí.
Neyvan satt!
Vit søktu um at fáa eitt ventilatiónsanlegg til viðtaluhølini, tí inniklimaið er út av lagi vánaligt.
Hetta var fyri fleiri mánaðum síðan, men vit hava enn ikki fingið skrivligt svar, men nú eftir at Arnhold hevur sagt seg úr starvi, so hava vit munnliga fingið at vita, at »hetta ikki var teirra borð.« Í fyrr nevndu viðmerkingm verður sagt, at teir »arbeiða við málinum« (júst sum við vatnveitingini á Tvøroyri!).
Samanumtikið so kann staðfestast, at hend er ein hugburðsbroyting viðvíkjandi kommunulæknaøkinum, síðan nýggja leiðslan í býráðnum tók við.
Í viðmerkingunum verður víst á lóg sum sigur, at: »Onnur starvsfólk hjá kommunulæknanum verða sett í starv av kommunulæknanum«.
Hetta útilokar ikki møguleikan hjá Tvøroyrar Býrað at gjalda partar av ella alla lønina hjá skrivaranum, so sum Tvøroyrar Býráð gjørdi í mong ár aftan á, at Karl Johan Fossá legdi frá sær.Tá gjørdist arbeiðsbyrðan hjá tí eftirverandi kommunulæknanum so stór, at táverandi býráð játtaði gjald av skrivara 2-3 tímar dagliga fyri at lætta um trýstið á viðtaluna og stytta um bíðitíðirnar.
Henda skipan varð avtikin fyri umleið einum ári síðan.
So hetta páhaldið hjá núverandi býráð um at teir ikki kunna gjalda skrivaraløn er beinleiðis ósatt .
Viðvíkjandi gjald av skeiðútreiðslum so kom hetta tilboð frá Tvøroyar Býráð fyri mongum árum síðan, uttan at hvørki Karl Johan ella undiritaði hevði biðið um tað.
Táverandi býrað helt, at góðar grundir vóru – fyri borgaranna skuld – at ein kommunulækni var so væl eftirútbúgvin sum gjørligt, vælvitandi at tá vóru møguleikarnir til eftirútbúgving ikki góðir.
Ein upphædd stóð á fíggjarætlanini í mong ár, og okkurt árið gørdu Karl Johan og undirritaði brúk av til-boðnum og onnur ár ikki.
Haldi at vit í alt brúkti umleið 60.000 kr øll hesi árini (dividera hetta talið við teimum 42 árunum, undirritaði hevur arbeitt hjá Tvøroyrar Býráð!)
Smáligheitir útum alt mark!
Hesar 60.000 krónurnar er júst helvtin av teim 120.000 krónunum, tað kostaði býráðnum at senda fólk á oljumessu í fjør!
Var so hjartans fegin tá Arnhold kom til okkara fyrst í útbúgving og síðan sum fastur lækni.
Meg vardi ikki, at hugburðurin hjá ovastu leiðslu í Tvøroyrar Býráð skuldi verða orsøkin til, at henda gleðin fekk ein so bráðan enda.