Fyrrverandi forsætisráðfrúan í Finnlandi, Sanna Marin, hevur fingið nýtt starv og skal vera strategiskur ráðgevi fyri Tony Blair-stovnin.
Tað skrivar finska blaðið Hufvudstadsbladet.
37 ára gamla Sanna Marin hevur tí eisini biðið um at fara frá sum limur í finska tjóðartinginum, skrivar blaðið.
Harvið sigur hon finskum politikki farvæl.
– Tað er ein stórur heiður, og eg eri spent upp á nýggja leiklutin. Eg haldi eisini, at tað kann gagna Finnlandi, sigur hon.
Tony Blair-stovnurin er ein nonprofittfelagsskapur, sum fyrrverandi bretski forstætisráðharrin, Tony Blair, hevur stovnað. Stovnurin, sum er frá 2016, ráðgevur stjórnum og politiskum leiðarum kring allan heimin.
Sanna Marin gjørdist finsk forsætisráðfrúa í 2019, tá hon var 34 ára gomul. Hon var eitt tíðarskeið heimsins yngsti stjórnarleiðari.
Sanna Marin fór frá sum forsætisráðfrú eftir finska valið í apríl í ár. Hon fór um somu leið frá sum forkvinna í finska Javnaðarflokkinum.
Á valinum, sum var 2. apríl fekk Sanna Næstflestar næstflestar persónligar atkvøður. Í Birkalands valdøminum fekk hon yvir 35.000 atkvøður.
Hon var bara yvirhálað av Riikka Purra úr flokkinum Sannir Finnar. Hon stillaði eisini upp í Nyland valdøminum, sum er nakað størri.
Sanna Marin var ein vællýddur politikari kring allan heimin, har hon sæst sum fyrimynd fyri framskygdar leiðarar.
Hon hevur eisini verið vældámd millum finsku veljararnar – serliga tey ungu og moderatu.
Millum konservativar finnar var hon tó ikki vællýdd vegna tað, sum teir kalla ein ov gávumildan fíggjarpolitikk í mun til pensjónir og útbúgving.
53 ára gamli konservativi Petteri Orpo er nú finskur forsætisráðharri.
/ritzau/