Tá Rynkeby súkklarar vitja á Toftum í dag klokkan 13, verður nógv gjørt burturúr, og her verður ein rættilig hugnaløta.
Hugnaløtan verður uttan fyri Undirhúsið, har borgarstjórin, Súni í Hjøllum, fer at bjóða vælkomin og halda røðu.
Her verður eisini sangur, og tað fara óføru mennirnir í Undirhúsinum at syrgja fyri. Teir hava sungið við mong ymisk høvi.
Eisini fer umboð frá Team Rynkeby at siga nøkur orð.
- Vit bjóða kaffi og okkurt gott til børnini, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes kommunu.