Tað munnu vera nógvir av ólavsøkugestunjum, sum ætla sær í Miðbýin at syngja á midnátt ólavsøkudag. Til hetta er sjálvandi hent við sanghefti, og hesi eru at fáa á Ráhúsinum og í Býráðssalinum, har opið er ólavsøkudag millum klokkan 15 og 18. Eisini fáast sanghefti, tá sangløtan byrjar. Tá fara skótar at býta heftini út uttan fyri Býráðssalin og við Tinghúsvøllin.