Sanering fyri 67 mió krónur

Við innskotinum frá landsstýrinum uppá 25 mió. kr. eru

171,9 mió. kr. í kommunala láns- og veðhaldsgrunninum

ÓLAVUR Í BEITI


Løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevur vegna landsstýrið lagt fram uppskot um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn og eftir hesum uppskoti, sigur løgmaður, verður fíggjarliga orkan um kommunala láns- og veðhaldsgrunnin flutt millum kommunur og frá landskassanum til kommunurnar soleiðis, at ávísar kommunur eftir teimum reglum, ið ásettar eru í hesum uppskotinum, frá hinum kommununum og landkassanum, fáa fíggjarligt ískoyti, at lætta um skuldarbyrðuna og at lætta um serliga tyngjandi lán.

Og endamálið við hesum er at skapa grundarlag fyri, at allar kommunur, eisini tær, ið eru ringast fyri fíggjarliga, sjálvar evna at gjalda útreiðslur av kommunala rakstrinum og av kommunulánum og at minka um ójavna viðvíkjandi treytunum fyri fígging av kommunuskuld.


25 mió. aftrat

Í viðmerkingunum upplýsur løgmaður, at Landsstýrið og umboð fyri kommunurnar eru samd um, at skuldarbyrðan hjá kommununum ikki eigur at vera hægri enn 3 álíkningar við kommunuskattaprosenti 23.

? Landsstýrisins støða er eisini, at tað er ein felags uppgáva hjá kommununum og landsstýrinum at skipa soleiðs fyri, at eingin kommuna mótvegis lániveitarum aftur kemur í eina støðu, sum í roynd og veru er ein gjaldstrotastøða, men at hesar kommunurnar aftur fáa fíggjarlig kjølfesti. Fyri at náa framman fyri nevndu setningum er neyðugt, at lætt verður um skuldina hjá ávísum kommunum við eini upphædd uppá uml. 50 mió kr. Harumframt er ætlanin at nýta uml. 17,9 mio. kr. til endurgjald fyri kurstap av lánum við serliga ólagaligum rentutreytum.

Landsstýrið hevur tí við eykajáttanarlóg frá mars 1998 fingið heimild at nýta 25 mió. kr, at seta í grunnin til nevndu endamál.


Strika skuld

Viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins, kunnar løgmaður um í viðmerkingunum, og eru tærfyrst og fremst at seta 25 mió. kr. í grunnin, og síðani er ætlanin: at skuld til grunnin hjá nøkrum kommunum verður strikað, at veittur verður studningur úr gruninum til nakrar kommunur at rinda niður lán uttan fyri grunnin, at veittur verður studningur úr grunninum til nakrar kommunur at rinda fyri kurstap í sambandi við umlegging av lánum, at grunnurin, eftir at hetta er gjørt - og eftir at kommunur, sum ynskja tað, hava fingið útgoldið úr grunninum eina upphædd, svarandi til helmingin av tí, ið tilkemur teimum - verður nýttur sum trygd fyri eini felags 5 ára avtalu um umlegging av kommunuskuldini, og at útgjaldingar úr grunninum verða nýttar at rinda niður skuld oman fyri eina álíkning.

Fyri landskassan hevur uppskotið við sær eina meir útreiðslu uppá 25. mió. kr. Fyri kommunurnar hevur uppskotið við sær flytingar millum kommunukassarnar, men hevur ikki við sær meir útreiðslur fyri kommunurnar sum heild, sigur Anfinn Kallsberg m.a. í viðmerkingunum.