Sandoyingar mannsterkir til Havnar at krevja tunnil

Í morgin fara sandoyingar í kravgongu til Havnar við undirskriftum úr allari oynni við kravi um at fáa undirsjóvartunnil beinanvegin

Í morgin verður innrás av sandoyingum í Havnini.

Tá fara sandoyingar at savna so nógv fólk, sum tilber í eini kravgongu til Havnar fyri at fáa undirsjóvartunnilin beinanvegin.

Í gjárkvøldið varð kallað saman til borgarafund í Skopun, at viðgera málið um undirsjóvartunnilin.

Og hóast kallað varð til fundar við stuttum skotbrái, møttu eini 150-200 fólk úr allari oynni á fundi.

Á fundinum var full semja um at stríðast til tað síðsta fyri at fáa samgonguna at halda løgtingssamtyktina sum sigur, at farast skal undir undirsjóvartunnilin næsta heyst.

Tí ganga tey í dag hús úr húsi í Sandoy og savna inn undirskriftir við kravi um at fáa tunnilin og í morgin er ætlanin at fara mannsterk til Havnar at handa landsstýrinum undirskriftirnar.


Mannsterk til Havnar

- Vit eru samd um at stríðast til tað seinasta fyri at fáa undirsjóvartunnilin, sigur Fríðhild Winther í Skopun, sum var ein av fyrireikarunum, saman við Elisabeth Leo og Arndis Nicolajsen.

Umframt tey bæði, vórðu Eyðun Viderø og Mads Andrias Hansen, vanliga nevndur Basa, eisini valdir í ein bólk at samskipa tiltakið.

Fríðhild Winther sigur, at í dag ganga tey hús úr húsi at savna inn undirskriftir og í morgin er ætlanin at savna so nógv fólk, sum tilber fyri at fara í kravgongu til Havnar at handa landsstýrinum undirskriftirnar.

Men hon ger samstundis greitt, at ætlanin er ikki at leggja oynna lamna í morgin og sostatt er ikki ætlanin at leggja arbeiðið niður á fiskavirkjum, skúlum, dagstovnum, eldrabýlum, ella aðrastaðni fyri at fara til Havnar.

- Vit fara so nógv til Havnar, sum tilber, uttan at leggja arbeiðsplássini lamin, sigur hon.


Ómetaliga vónbrotin

Annars fortelja fundarfólk fyri Sosialinum, at borgarafundurin í Skopun í gjárkvøldið, var lívligur, men sakligur.

Og tað er eisini týðiligt, at sandoyingar eru ómetaliga vónbrotnir av tí, sum nú er komið fram um, at tunnilin skal útsetast til í 2012 ella 2013

- So er bara at vóna, at samgongan tekur løgtingslógina í álvara, sum sigur, at undirsjóvartunnilin skal byrja næsta ár, sigur Fríðhild Winther.

Men hon ásannar, at mótstøðan er hørð og serliga harmar tað hana, at tað, eftir hennara tykki, hevur eydnast at venda meginpartin av Føroya fólki ímóti sandoyingum í hesum máli.

- Vit verða ikki bara forfylgd av samgonguni, tí vit eru eisini forfylgd av einum stórum parti av vanliga føroyinginum og allastaðni, sandoyingar koma, verður tað briksla okkum, at vit skulu hava tunnil. Tí verður tað tungt hjá okkum, sigur Fríðhild Winter.