Útoyggjafelagið gevur undirsjóvartunlinum í Sandoy sín fulla stuðul, men sjálvandi skal Hestoy knýtast upp í Verður rætt atborið, verður undirsjóvartunnilin í Sandoy lívæðrin hjá trimum oyggjum.
Tað heldur Útoyggjafelagið,sum gevur sín fulla stuðul til at tunnilin verður gjørdur.
Útoyggjafelagið sigur á síni heimasíðu, at tað er sjálvsagt, at undirsjóvartunnilin eisini verður bundin í Hestoynna.
Felagið sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt vart við kravið um, at Hestoy verður bundin upp í og tey hava eisini savnað inn undirskriftir inn fyri at fáa vekt aftanfyri kravið.
Men Útoyggjafelagið heldur somuleiðis, at ein tunnil í Hestoy og Sandoy, fer eisini at gagna Skúvoy, tí við hesum fær Skúvoy munandi betur samband.
Tá nýggjur bátur kemur at røkja siglingina til Skúvoynna, verður laga manni, at fáa vinnuvirksemi í Skúvoy, so tilsamans fer undirsjóvartunnilin at gera mun fyri tríggjar oyggjar og fyri alt landið sum heild.
- Gott ferðasamband er lívæðrin hjá útoyggjunum, og tá eitt so gott høvi býðst, sum ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, er tað einki annað enn ein vanlukka, um hesin ikki verður lagdur umvegis Hest, sigur Útoyggjafelagið.










