SandFo er eitt nýtt vørumerki, sum 10 Sandoyar-kvinnur brúka til at selja dygdarlutir og pløgg, sum eru original og hondgjørd.
Um vikuskifti verðu heystvikuskifti á Sandi, og tað hava tær eisini søluframsýning.
Umframt søluframsýningina hjá SandFO eru tónleikur, filmsvísingar og framløgur á skránni.
Filmarnir Ludo hjá Katrini Ottarsdóttir og John hjá Juliu í Kálvalíð verða vístir, meðan Niels Midjord og Ólavur Højgaard, Jóannes í Dali og Poul Jákup á Skarvanesi og Arnold Ludvig hava konsertir. Eisini fer Súsan í Jákupsstovu at hugleiða.
Heystvikuskifti verður á sandi komandi vikuskifti 18. og 19. oktobur.










