Í hesi mongu seinastu árini er løgd stór orka og hartil stórar peningaupphæddir fyri at nútíðargera samferðslukervi so gott sum tilber, við at binda oyggjarnar saman.
Grundgevingarnar eru ymiskar fyri hesum stóru íløgum. Í nøkrum førum bleiv ført fram, at hetta vildi menna trivnaðin í oynni og í býnum, ella bygdini.
At menna og útbyggja samferðslukervi vil bert skapa nakrar positivar ítøkiligar fyritreytir at fólkið blívur verandi og at vinnulívið kann menna seg.
Um nú vit líta aftur á tað tíð, sum farin er síðan Vágoyggin og Norðoyggjar blivu bundnar saman við meginøki, ja so síggja vit og vit hoyra at hesar íløgur vóru ikki so vitleysar, ørar, ella hvat ein vil skíra hesar undirsjóvartunnlar.
Vit hoyra ítøkiligar og greiðar útmeldingar, bæði úr Vágum og Norðoyggjum, at hesar íløgur hava ment bæði oyggjarnar og bygda- og býarmyndirnar eru broyttar.
Framburður er innan byggivinnuna, nýggir borgarar flyta til, oyggjarbørnini fáa hug at flyta heimaftur til føðibygdina ella føðibýin.
Vinnulívskvinnur og menn fáa íblástur av optimismu, hesi byrja at trúgva uppá, at tað kann bera til at hava virki, ella eitt hvørt vinnuligt aktiv, tað nýtist ikki altíð at liggja í høvuðsstaðarøkinum ella í Suðurstreymsøkinum.
Um vit hugsa um farleiðina úr Sandoynni tá ein undirsjóvartunnil kemur, kemur tað at taka 10-15 min. koyring inn til Havnar.
Vit eru øll samd um, at vit vildu ikki verið hesar undirsjóvartunnlar fyriuttan.
Ei undur í, at fólk á Sandoynni blivu glað um avgerðina sum løgtingið hevði viðtikið áðrenn valið varð útskrivað.
Ikki gingu nógvir dagar, til tað frættist, at beikst bleiv blanda í gleðisbikarið hjá Sandoyarfólki.
Ein innsavnan av undirskriftum, at mótmæla raðfestan sum løgtingið hevði gjørt, áðrenn valið bleiv útskrivað.
Tey, sum mótmæla avgerðini hjá løgtinginum, vilja hava at skúlaverkið eigur at vera raðfest fremri enn nú er.
Okkara unga ættarlið liggur ikki í tí ovara feltinum á skalanum, tá pisakanningin er um at røða.
Kunnu størri peningajáttanir aleina til skúlaverki koma at gera, at okkara støða blívur tann, at vit rykkja upp í ta ovara felti, ikki peningurin aleinaður sum manglar, kann hava alla skuldina fyri at pisaúrslitið bleiv so dapurt sum tað bleiv.
Ein fær nærum ta fatan, at um undirsjóvartunnilin til Sandoynna kemur, koma vit at fáa enn fleiri bókligar veikar føroyingar.
Tað er ikki ivi hjá nøkrum av okkum, at skúlaverki eigur at mennast og raðfestast og ikki minst dagførast, so vit hava eitt skúlaverk, sum kann taka tær avbjóðingar, sum alheimsgerðin setur.
Tað er forkastiligt, og hartil ódámligt, tá ið einstaklingar, bólkar av fólki, seta sær fyri at seta ymiskar verkætlanir upp móti hvør øðrum og harvið skapa eina óneyðuga øsing í fólki.
Føroya løgting hevur viðtikið at Sandoyggin skal blíva bundin saman við restini av meginøkinum, løgtingi raðfesti hesa ætlan sum at vera gagnlig fyri fólkið, sum har býr.
Sjálvandi hevur ein hvør sín demokratiska rætt at siga sína hugsan, eisini um hetta.
Tað, sum órógvar er tann øsing og tann mátin, tað verður ført fram.
Raðfestan av sandoyartunnlinum, skúlaverki, pisaúrslitini blíva sett upp móti hvør øðrum.
Tá ein hevur fylgt við, so er eitt ávíst ørindi í ein av kendastu sangum hjá Hans A. Djurhuus komin til mín, serliga tá hugsað verður um adressu undirskriftir móti sandoyartunnlinum.
Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burtur úr her blivið,
tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samhald má vera.
Føroyar sum eitt valdømi
At standa á síðulinjuni og eygleiða, nú politikkarar og teir ymisku politisku flokkarnir rusta seg til hesa nýggju valskipanina, kann bæði vera skemtuligt, men samstundis ikki sørt ræðandi.
Skilafólk sum hava skil á hesi nýggju valskipanini hava ført fram, at lokalpolitikkur fer í søguna við hesi nýggju valskipanini.
Okkara politikkarar skulu broyta hugburð, nú flokkarnir hava roynt at manna listarnar.
Tað hevur ikki verið lætt, flokkar hava roynt at hava kynsbýti so gott sum til ber, meðan teir hava haft demokratia andandi í nakkan.
Vit hava sæð valevnir sum kunna tilføra flokkinum nógvar atkvøður, eru ikki komnar uppá listan, men so dukka hesi valevnir bara upp aðrastaðni í landinum, aðrir stemmuslúkarar, sum tikið plagar at vera til, koma rætt og slætt ikki á listan, onnur valevnir rætt og slætt stinga í sekkin, nú er well. Aftur onnur skifta bert yvir til annan flokk, hvussu seriøst er slíkt?
So hava vit sæð eitt annað fyribrigdi, tað tykir mær og meir ræðandi, tá eg hugsi um hvør tað er, sum førir seg fram við slíkum sjónarmiðum, hetta eru persónar, sum bjóða seg fram at dríva landspolitikk.
Ein teirra, sum nú bjóðar seg til at dríva landspolitikk, er íverksetarin av adressuundirskriftum ímóti raðfestingini sum løgtingi gjørdi um Sandoyar undirsjóvartunnil, undirskrift innsavnanin var ein beinleiðis avleiðari av løgtingssamtyktini um Sandoyartunnilin.
Verður tað hetta slagið av landspolitikki hetta valevni og flokkur hansara koma at standa fyri?
Lat okkum dvølja við eitt annað valevni, hesin er markantur í orð og talu og hevur ein góðan penn, satt at siga, tað er eitt fragd at lesa tað, sum hann skrivar.
Hesin bjóðar seg eisini fram at føra landspolitikk. Nú fyri jól lanseraði hann, hvat slag av landspolitikki hann kundi hugsa sær at ført, møguliga stendur flokkurin fyri tí sama hugburði landspolitiskt. Hann mælir til at droppa útbyggjan av Vága lufthavn, til frama fyri ein størri altjóða flogvøll, kanska inni í Eysturoynni.
Hann mælir somuleiðis til at droppa Sandoyartunnilin, til frama fyri eina altjóða flogvøll, kanska í Eysturoynni.
Við hesum upplivingum verður torført at fáa eyga á at lokalpolitikkurin er uppá retur, men heldur verður illgrunin hjá útjaðarafólkinum styrktur og vit fáa miðstaðarøkjan so tað vil nakað.
Við at binda Sandoynna saman við meginøki, kundi hugsast at farleiðin til Suðuroy kundi blivið stytt og túrarnir hjá suðuroyingum kundu blivi fleiri.
Mín kvøða skal vera til eitt komandi løgting og landsstýri, við hesum ørindum hjá Hans A. Djurhuus:
Stóðu vit saman, Føroya synir sterku
kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið,
kundu vit frama ført til Føroya landið.
Saman tí standið!
Ljós yvir landið samanhald kann gera,
tað gevur megi byrðanar at bera;
birtið tí brandin fjálga upp at loga.
Væl man hann duga!
Nú vit skulu til at taka ein nýggjan hátt at fara at velja, reisast ymsir spurningar seg?
Koma vit at uppliva at blokkanir blíva styrktir, sambandsblokkurin og fullveldisblokkurin, ella koma vit at uppliva at veljarin ikki gongur so nógv upp í samband/fullveldisspurningin.
Koma vit heldur at síggja at veljarin vil viga valevnini eftir teirra avriksverkum, fyri valdømi, fyri oynna og fyri samfelagið í síni heild.
Koma teir etisku spurningarnir at fylla nógv í valstríðnum, koma teir, sum hava tosa og víst í verki, at teir blivu standandi við sína sannføran, ella vera tað teir, sum hava sett sær fyri at liberalisera alt, so at vit víkja frá okkara aldargomlu siðalæru.
Sum skilst á fólki ein tosar við, so tónar myndin meira fram, at nú er tað persónar heldur enn politisk ideologi.
Ein maður helt fyri, eg eri ikki Javnaðarmaður, men eg velji javnaðarmannin, tí hann hevur verið ein góður maður fyri valdømi, hetta er hugburðurin manga staðni, tá ein tosar við bæði kvinnur og menn. So tað verður spennandi hvør kemur at mynda nýggja løgting og landsstýri.
Eg vil ynskja tær sum tók tær stundir at lesar hesar linjur, eitt gott nýggjár, at ein góð heilsa má fylgja tær inn í ta nýggja árið og at hann, sum gevur okkum dagligt breyð, ikki má vera gloymdur í lívi okkara.