Fólkatalið í Sandoy er nógv minkað hetta seinasta árið. Samstundis er fólkatalið í Suðuroy vaksið nokk so fitt.
Tað vísir ein nýggj uppgerð yvir gongdina í fólkatalinum hetta seinast árið, frá 1. apríl í 2012, til 31. mars í 2013.
Uppgerðin vísir, at 1. apríl í fjør búðu 1.281 fólk í Sandoy, men 31, mars í ár búðu 1.240 fólk í Sandoy, ella 41 fólk færri.
Serliga nógv er fólkatalið minkað á Sandi, har tað búði 541 fólk fyri einum góðum ári síðani, men nú búgva bara 508 fólk á Sandi, ella 33 færri.
Í Suðuroy hevur gongdin verið tann øvugta.
Har búði 4.667 fólk tann 1. apríl í fjør, men 31. mars í ár búðu 4.695 fólk í Suðuroy, ella 28 fólk fleiri.
Serliga er tað gongdin í Vági og á Tvøroyri, sum loypur í eyguni – men á hvør sín hátt.
Uppgerðin vísir, at seinasta árið er fólkatalið á Tvøroyri vaksið 57 fólk, so at tað nú búgva 1.769 fólk í størstu kommunu í Suðuroy.
Í Vági er gongdin tann beint øvugta. 31. mars í ár búðu 1.316 fólk í Vági og tað eru heili 46 fólk færri enn fyri einum ári síðani, tá ið 1.362 búði í Vági.