Sandgrevstur úr Fuglafirði byggir í løtuni ein goymslubygning á havnalagnum á Toftum. Talan er um ein bygning, sum verður 1525 fermetrar til støddar, 61 metrar langur og 25 metrar breiður. Eftir ætlan verður bygningurin liðugur í ár.
- Síðan 2013 hevur Sandgrevstur havt virksemi á havnalagnum á Toftum. Felagið leigar Snodd-bygningin á Toftum, sum P/F Eysturoy eigur, til sítt virksemi, sum fevnir um flutning og goymslu av alifóðuri úr Noreg.
Í Nes kommunu vita tey at siga, at alifóðrið verður lagt upp á Toftum, goymt í Snodd-bygninginum, og síðan verður fóðurið flutt út á laksaalistøðirnar eftir tørvi.
Sandgrevstur hevur tørv á meiri goymsluplássi til sítt virksemi. Felagið hevur ikki tikið støðu til, um teir framhaldandi eisini fara at leiga Snodd-bygningin til sítt framtíðar virksemi.
Gordon Martin Midjord úr Fuglafirði er stjóri í Sandgrevstur, og hann sigur við heimasíðuna www.nes.fo, at Tofta havn liggur miðskeiðis í Føroyum, og hetta hóskar væl til teirra flutningsvirksemi.
Hann sigur eisini, at teir eru glaðir fyri at verða á Toftum, og teir eru sera vælnøgdir við bæði umstøður og tænastu.