Sandavágur: Seðlarnir koma út klokkan 22

Seðlarnir til grindina, ið legði beinini í Sandavági í dag, koma út klokkan 22 í kvøld. Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, við jn.fo, ið eisini upplýsir, at seðlarnir koma út á bryggjuni við Snarfrost í Miðvági.


Tað var um tíggju tíðina í morgun, at fólk í Syðradali á Streymoynni bóru eyga við grindina. Mett varð, at talan var um einar 200-300 hval, men tá avtornaði, løgdu 135 hval beinini í Sandavági.


Eins og við grindini, ið varð hildin til í Havn í dag, verður grindin skift í drápspartar. Sambært jn.fo var grindin tilsamans 1.059 skinn.