Samtykt at taka Landsbankan av

Tað tók Løgtinginum næstan fýra tímar at avgreiða triðju viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrinum um at taka Landsbanka Føroya av. Landsstýrisuppskotið bleiv at enda samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Samtyktin ber í sær, at Landsbankin verður avtikin 1. apríl næsta ár.

Undir orðaskiftinum nevndu onkur umboð fyri andstøðuna at skipa fyri einari vegleiðandi fólkaatkvøðu innan tann 1. apríl, hvørt Landsbankin skal takast av ella ikki.