Samtak dugur ikki at skilja millum inngjøld og útgjøld

Eg vil ikki á nakran hátt leggja meg út í viðurskiftini hjá fiskimannafelagnum. Eg vil tó loyva mær at rætta villleiðandi tíðindini, sum koma fram um virksemið hjá felagnum, sum tað hevur verið

Á heimasíðuni Samtak stóð at lesa mánadagin:

”Fiskimannafelagið er eitt av fáu fakfeløgunum í Føroyum, sum onga veruliga eftirlønarskipan hava. Sum er fáa fiskimenn 52 kr í eftirløn fyri hvønn mynstraðan dag, herav rinda fiskimenn 22 kr, meðan reiðarin rindar 30 kr. Tískil er eftirlønin hjá einum meðal fiskimanni uml. 10.000 kr um árið, um roknað verður við at viðkomandi er úti 200 dagar um árið.”

Her verður blandað inngjøld og útgjøld, og tí er hesin stubbin meiningsleysur. Hetta prógvar, at upprunin til hansara ikki veit, hvat málið snýr seg um.

Tað er inngjaldið til eftirløn hjá hvørjum einstøkum, sum er kr. 52 um dagin, meðan tað í hesum stubba verður sagt at vera útgjaldið. Inntil næstseinastu sáttmálasamráðingar hjá arbeiðarafeløgunum svaraði hetta nøkurlunda til inngjaldið fyri átta tímars dag hjá arbeiðara.

Útgjaldið valdast sum kunnugt, hvussu leingi tað verður goldið inn, rentustøði v. m.

Skipanin hjá FF hevur í hvussu er ein eginleika, sum er øðrvísi enn hjá tímaløntum. Tey viðurkenna jú, at løntakarin í verunleikanum rindar alla sína eftirløn sjálvur, tí hann fær tað minni í løn, sum hann fær í eftirløn.

Tað eydnaðist FF í 2002 at fáa reiðararar sjálvar at rinda part av eftirlønargjaldinum. Hetta var ikki smávegis avrik.

Hetta er uttan iva ikki nóg mikið. Men tá er neyvan nakar trupulleiki at gjalda meira enn eftir sama leisti sum hjá arbeiðarafeløgunum. Her er grundarlagið lagt í verandi sáttmála.