Mangan verður tikið til, at veljarin hevur altíð rætt, og skulu vit fylgja hesi áskoðan, ja so arbeiðir samgongan ímóti tí, sum rætt er, sambært veljarakanning útvarpsins.
41,1% siga ja til Fullveldisuppskotið. 29,7% siga ja til Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum og 29,2% siga ja til Sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
Sostatt ynskja 58,9% eina nýggja skipan, sum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin, meðan bert 41,1% ynskja eina skipan, sum liggur uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta má sigast at vera sera greið ávaring til samgonguna.
Í veljarakanningini verður eisini spurt soleiðis: Eigur endamálið í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya at vera, at Føroyar einaferð í framtíðini gerast ein sjálvstøðug tjóð uttanfyri danska ríkið?
Til hetta svara 75,5% ja og 24,5% nei. Tað áhugaverda og upplýsandi í hesum spurningi er, at tey sum siga »nei«, eru veljarar úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og eisini úr Tjóðveldisflokkinum.
At tey sum siga »ja« eru veljarar úr øllum flokkum, er helst eingin bilsin av, tí tá ið vit hyggja eftir stevnuskráunum hjá teimum ymsu flokkunum, so finnast har ongar forðingar fyri, at Føroyar eina ferð í framtíðini gerast ein sjálvstøðug tjóð, um tað tá tænir fólkinum best. Men sum støðan er í dag, hendur hetta als ikki í bræði.
Tá hugsað verður um, at veljarin fjórða hvørt ár, ella oftari, velur nýggja manning, sum setur politisku kósina, kann tað valla vera skilagott longu nú, at læsa dagsins politisku loysnir fastar í eina skipan, sum skal koma í gildi um 30, 40 ella 50 ár.
Hví byggja okkara grundstøði á nakað ókent og ivasamt, tá ið vit síggja hvussu heimurin broytist við fúkandi ferð?
Trygvi F. Guttesen