Samstarvsavtala um tilbúgving undirskrivað

Av tí, at Vinstraflokkurin er í Føroyum á floksfundi kortini, so varð avtala um samstarv við tilbúgving millum Føroyar og Danmark undirskrivað á tilbúgvingarstøðini í Havn í gjár

Søren Gade, verjumálaráðharri, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skrivaðu undir avtaluna, sum í veruleikanum bara staðfesti samstarvið, sum hevur verið millum Føroyar og Danmark á tilbúgvingarøkinum síðan 1. januar 2007, tá Føroyar yvirtóku tilbúgvingina.

- Hetta er bara ein staðfesting av góða samstarvinum, vit hava havt. Ongin skundur hevur verið, og tí er avtalan ikki formliga undirskrivað fyrr enn nú, sigur Jacob Vestergaard.

Søren Gade greiðir frá, at hann fegnast at avtalan nú er undirskrivað, tí so kann arbeiðið, sum hevur verið fyrimyndarligt, staðfestast.

Spurdur um danski verjumálaráðharrin hevur tíð at vera í Føroyum, tá ófriður er bæði í Irak og í Afganistan, svarar Søren Gade, at hetta er fyrsta ferðin, at hann er í Føroyum, og at hann hevur verið í Afganistan einar 14 ferðir. Seinast fyri einum tveimum vikum síðan.

Arbeiðið, sum avtalan staðfestir, fevnir millum annað um førleikamenning og karmar fyri altjóða samstarv, umframt hvussu partarnir nýta hvønn annan í altjóða høpi.

At umsita hesa avtaluna, er ein bólkur settur við fimm limum, sum umboðað ávkavist Føroyar og Danmark.

Bólkurin skal hittast eina ferð um árið.