Samstarva um at sleppa undan bummgjaldinum

Øll tey politisku feløgini í Vágum samstarva nú um at sleppa undan bummgjaldinum í Vágatunlinum

Øll tey politisku feløgini í Vágum fara nú at leggja eina felags ætlan fyri, hvussu tey kunnu fáa bummgjaldið í Vágatunlinum, avtikið.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum eisini sjálvur er Vágamaður.

 

Og hann sigur, at spurningurin um at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, er eitt mál, øll tey politisku feløgini í Vágum eru samd um.

 

Nú eftir nýggjár fara øll lokafeløgini í Vágum fund hvør sær um støðuna, og so fara tey at tosa saman um, hvørji stig kunnu takast fyri at fáa bummgjaldið burtur.

 

Jørgen Niclasen sigur, at einfaldasti mátin er at fáa ein meiriluta í Løgtinginum at »seta landsstýrið upp á pláss«, sum hann málber seg.

 

Men ber tað ikki til, mugu tey ístaðin viðgera, hvat so er til ráða at taka. Men hvat tað kundi verið, vil hann ikki spekulera í, fyrrenn øll feløgini hava tosað saman.

 

– Eg havi framvegis álit á, at landsstýrið fer at standa við avtaluna, sum varð gjørd um, at tá ið tunnilin er goldin, skal hann handast landinum fyri einki, sigur hann.

 

Men tann stóri stríðsspurningurin er nevniliga nær tunnilin er goldin.

 

Allir partar eru samdir um, at tað stendur í lógini, at tá ið útveganarkostnaðurin er goldin, skal tunnilin latast landinum fyri einki.

 

Hinvegin er stór ósemja um, hvat tað merkir. Jørgen Niclasen, og fleiri við honum, tvíhalda um, at útveganarkostnaðurin er sjálvt lánið í tunlinum, og tað er afturgoldið í hesum døgum, og tí skal bummgjaldið nú avtakast.

 

Men bæði núverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, eru komnir til ta niðurstøðu, at partapengarnir frá landinum hoyra eisini upp í útveganarkostnaðin og tí skulu teir eisini rindast aftur, áðrenn landið yvirtekur tunnilin.

 

Jørgen Niclasen staðfestir, at tá ið tunnilin varð samtyktur, varð tað ein politisk avtala, at bummgjaldið skuldi avtakast, tá ið lánini eru afturgoldin.

 

– Men nú verður av øllum alvi roynt at gera hetta til ein løgfrøðiligan spurning, heldur hann.

 

Men sjálvur sigur hann, at tað er eisini allur logikkur, sum sigur, at tunnilin er goldin nú.

 

Hann staðfestir, at eftir lógini kundi landið seta partapening og ábyrgdarlán í tunnilin.

 

– Partapeningur og ábyrgdarlán eru hvør sítt. Ongin, sum setir partapening í nakað, væntar at fáa hann aftur, uttan kanska sum vinningsbýti. Vildi landið hava pengarnar aftur, hevði landið ístaðin sett tað mesta í tunnilin í ábyrgdarláni, og latið partapengarnir verið sum minst, tí tað hevði landsstýrið heimild til.

 

– Sostatt er tunnilin nú goldin við tað, at landið hevur goldið 160 milliónir í partapeningi og brúkarin hevur goldið góðar 300 milliónir í brúkaragjaldi.

 

Men nú hevur hetta verið eitt stríðsmál í meiri enn tvey ár, og í 2014 umsat tú sjálvur bæði fíggjarmál og undirsjóvartunlarnar í Landsstýrinum. Og tá ið tú svaraði upp á ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum um hesi viðurskifti, segði tú soleiðis »Landsstýrismaðurin ætlar sær at fylgja politisku ætlanini við tunnilsfelagnum og ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, soleiðis sum alla tíðina hevur verið almenna fatanin.«

 

Men tað kom ongantíð nakað uppskot. Hví legði tú ikki eitt uppskot fyri Løgtingið tá og endaði hetta stríðsmálið endaliga?

 

– Tað gjørdi eg ikki, tí tá ið vit í fíggjarmálaráðnum viðgjørdi spurningin nágreiniligari, komu vit til ta niðurstøðu, at tað var óneyðugt, tí málið varð púra greitt, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann sigur, at ístaðin fór hann á aðalfund í tunnilsfelagnum í 2015, har tað varð samtykt at tá ið lánið í tunlinum varð afturgoldið tann 10. desember í fjør, skuldi bummgjaldið takast av.

 

Men ta samtyktina hevur aðalfundurin í fjør, ógyldað aftur, sigur hann. Og hann leggur afturat, at hóast hann fekk Løgtingið at samtykkja at avtaka bummgjaldið, kundi hendan samgongan akkurát tað sama eisini broytt tað samtyktina.

 

Løgmaður, sum tá var, Kaj Leo Holm Johannesen, staðfesti annars, at bummgjaldið skuldi ikki avtakast, fyrrenn landið eisini hevði fingið partapengarnar aftur.

Men Jørgen Niclasen sigur, at orsøkin til at hann ikki legði uppskotið fyri Løgtingið, er ikki tann, at hann ikki fekk undirtøku í samgonguni fyri tað.