Samstarv fremur størri virksemi og økt kappingarføri

Bedingsmeistarin á Klaksvíkar Sleipistøð heldur, at tað gevur øllum pørtum nakað, tá samstarvað verður. - Vit hava eisini sæð, at skipasmiðjur og fyritøkur, sum eru útbjóðarar av hydraulikki, el og apetering hava staðið saman um størri uppgávur við góðum úrsliti, sigur Óla Hans Johannesen Strandfaraskipið Ternan stóð í vikuni á bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð, sum eisini verður rópt Stórabeding. Skipið kom upp týsdagin og fór ætlandi av aftur hóskvøldið ella í gjáramorgunin. Ternan er millum størstu skip, sum teir kunnu taka upp á Stórubeding.

- Vit plaga at siga, at skipini skulu ikki verða størri enn 800-1000 tons, men hetta veldst eisini um tyngd og breidd. Ternan er lutfalsliga breið, og tí kundi hon ikki verið størri, um vit skuldu tikið hana upp á bedingini.

Tað sigur Óla Hans Johannesen, bedingsmeistari á Klaksvíkar Sleipistøð.

- Ternan er vaskað og málað, vit hava skift sinkini, og síðan er bildekkið sandblast og málað. Skipið hevur eisini fingið árligt botnsýn, sum Norsk Veritas hevur staðið fyri.

Bedingsmeistarin sigur, at skipið er í góðum standi, og Norski Veritas læt teir vita, at einki sum helst var at finnast at botninum.

- Skipið hevur púrasta rein pappírir, sum Óla Hans Johannesen tekur til.

Sum skilst, skal Ternan, ið annars er standby-skip, setast inn í sigling fyri Teistan, sum skal í dokk og eisini hevur onkrar serupppgávur.

- Vit fingu Ternuna at mála, eftirhyggja og til botnsýn í kapping við aðrar, men nú vit hava undirsjóvartunnilin, er einki til hindurs fyri at taka lut í uppgávum, sum aðrar skipasmiðjur hava. Í aðrar mátar kunnu vit eisini koyra kring landið, har brúk er fyri okkum.

Óla Hans sigur, at samstarvið millum Klaksvíkar Sleipistøð og hinar skipasmiðjurnar og bedingarnar er gott, og tað er einki til hindurs fyri at læna fólk og seramboð ímillum, tá brúk er fyri tí.

- Jú, eg haldi, at vit hava eitt sera gott samstarv við aðrar veitarar á økinum, sigur hann.

Bedingsmeistarin heldur eisini, at tað gevur øllum pørtum nakað, tá samstarvað verður um uppgávur sum krevja meira enn ein veitara.

- Vit hava eisini sæð, at skipasmiðjur og fyritøkur, sum eru útbjóðarar av hydraulikki, el og apetering hava staðið saman um størri uppgávur við góðum úrsliti.

Hann ivast onga løtu í, at slíkt samstarv ger, at føroyskt handverk eisini stendur sterkari mótvegis útlandinum.

Óla Hans Johannesen sigur, at teir umleið 20 menninir á Klaksvíkar Sleipistøð hava havt rættiliga fitt at gera í longri tíð, og fyri framman eru eisini rímiliga stórar uppgávur.

- Vit skulu eitt nú hava partrolararnar Bak og Stelk til høvuðssýn, har bæði høvuðsmotorar og hjálpimotorar skulu eftirhyggjast, og vit hava eisini onnur skip fyri framman, sum skulu takast upp her hjá okkum, sigur bedingsmeistarin.

Á Klaksvíkar Sleipistøð eru í løtuni 7 lærlingar.