Samskipari hjá fiskivinnuni á landi

Fyrsta januar byrjar eitt nýtt starvsfólk í Vinnuhúsinum. Tað er 32 ára gamla Marita Rasmussen sum tekur við nýggja starvinum sum samskipari hjá fiskivinnuni á landi

Ráfiskakeyparafelagið ásannaði fyrr í ár, at nógvar uppgávur eru, ið vinnan við fyrimuni kundi lyft í felag. Gjørt var tí av, at tørvur var á at fáa eitt fólk til burturav at taka sær av felags uppgávum fyri fiskivinnuna á landi.

Talan er um kanningar, eftirlitsuppgávur, samstarv við mynduleikar, m.a. teir ið seta krøv til fiskavirkjuni, kontakt við útlendska vinnu og málsviðger sum heild fyri nevndina í Ráfiskakeyparafelagnum.

Marita Rasmussen, ið nú er sett í starvið, er útbúgvin sum fiskaríkandidatur á Norges Fiskerihøgskole. Hon hevur áður starvast sum góðskuleiðari hjá Føroya Fiskavirking, undirvíst á Fiskivinnuskúlanum og arbeitt hjá ráðgevandi felagnum Atlanticon.