Tað er ein áhugabólkur, sum skipar fyri hesum fyrsta skeiðnum í eini røð av skeiðum undir heitinum Teleios.
Á skeiðnum, sum verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn 21. til 23. apríl verður undirvíst í samskifti. Miðað verður eftir at geva luttakarunum eina betri fatan av teimum viðurskiftum, sum ávirka samband okkara við onnur.
Endamálið við skeiðnum er at læra, hvussu ein lurtar eftir øðrum og hjálpir teimum, uttan sjálvur at gerast útbrendur. Og her er talan um samskifti bæði við familjuna, vinir, starvsfelagar og innan samkomurnar.
Undirvísarar á skeiðnum verða Jakubina Hansson og hjúnini Elsa og Tummas í Garði.










