Nú verður enn ein roynd gjørd at finna semju um sáttmálatrætuna ímillum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at partarnir hava avtalað at hittast aftur mikudagin.
Men tað er eisini tað einasta, hon vil siga fyri ikki at órógva samráðingarnar.
- Nú mugu vit brúka hendan samráðingarmøguleikan at royna at finna semju, sigur hon
Annars slitnaðu samráðingarnar nakað fyri jól og semingsmenninir vórðu boðsendir, men teir góvu eisini skarvin yvir.
Rundanum jólini og ársskiftið hendi ikki nogv,
Men týsdagin hittust yvir 100 álitisfólk hjá Pedagogfelagnum á fundi at umrøða støðuna.
Á fundinum gjørdu álitisfólkini greitt, at tey vildu fyrst og fremst hava nýggjar samráðingar í lag og sostatt eru samráðingar avtalaðar aftur mikudagin. |