- Tað verður í kvøld, at tað ber ella brestur, sigur anonymar keldur við Rás2. Samráðingarnar hava nú vart í fimm døgn, og enn eru ongin tekin um eitt endaligt samgonguskjal Lagt er upp til eitt drúgt samráðingarkvøld. Í morgin árini klokkan 10 skal Tingið setast og nýggjur formansskapur veljast, men enn er ikki vist, at nakað samgonguskjal er liðugt til ta tíð.
Limirnir í samráðingarflokkunum eru tigandi og fáorðaðir. Onkur letur minni væl at, meðan onkur annar letur væl at.
Knúturin í dag tykist vera ósemja millum Tjóveldi og Javnaðarflokkin, har Javnaðarflokkurin ynskir, at gjaldið úr Samhaldsfasta til pensionistar skal hækka, meðan Tjóveldi heldur vil raðfesta barnsburðarfarloyvi hægri.
Miðflokkurin letur væl at og sær út til at hava fingið tað, sum teir hava ynskt sær. Men um hetta er spæl fyri gallarínum er ikki til at vita í samráðingum sum hesum.