Løgmaður hevur á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík fleiri ferðir tosað óformelt við danska forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum.
Men løgmaður vil ikki siga, hvat tilfar hann hevur latið danska forsætisráðharranum, og heldur ikki vil hann siga, um samrøðurnar hava givið betur útlit fyri eini semju millum Føroyar og Danmark í ríkisrættarliga spurninginum.
Løgmaður er í veruleikanum ógvuliga tigandi, tá hann verður spurdur um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Og so tigandi ætlar løgmaður at halda fram at vera, til landsstýrið og danska stjórnin aftur hava sitið við samráðingarborðið.
? Vit hava almannakunngjørt nýggju koyriætlanina fram ímóti fullveldinum, men vit ætla okkum ikki at koma við ítøkiligum viðmerkingum til smálutirnar í ætlanini, fyrr enn vit hava samráðst við donsku stjórnina, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað er á fyrsta samráðingarfundinum, at smálutirnir í ætlanini verða avgjørdir, og tí ber ikki til at melda út um teir, fyrr enn hesin samráðingarfundurin hevur verið.
Góð samráðingarstøða
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, sigur, at landsstýrið gjøgnum samráðingarnar higartil hevur fingið nógv grundleggjandi tilfar, sum nýggja ætlanin kann byggjast á.
Men Helena Dam á Neystabø vil ikki greiða nærri frá hesum tilfari, somuleiðis sum hon heldur ikki vil siga nakað annað ítøkiligt um innihaldið í nýggju ætlanini enn, at talan er um eina ætlan, har vit tøma heimastýrislógina og niðurlaga blokkin fram móti føroyskum fullveldi.
? Tað er avgerandi, at vit nú varðveita góðu samráðingarstøðuna. Tí er best, at vit halda okkum til koyriætlanina, sum landsstýrið er vorðið samt um, sigur Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø vil, eins og løgmaður, ikki siga, um danski forsætisráðharrin hevur fingið nakað tilfar um nýggju ætlanina á óformellu fundunum við løgmann.
? Tað einasta, eg kann siga, er, at danski forsætisráðharrin hevur fingið nógv tilfar gjøgnum samráðingarnar higartil, sigur Helena Dam á Neystabø.
Fáa tingini upp á pláss
Eins og løgmaður, heldur Helena Dam á Neystabø, at føroyska fólkið má bíða við at fáa at vita smálutirnar í nýggju ætlanini hjá landsstýrinum til fyrsti samráðingarfundurin við donsku stjórnina hevur verið.
? Tað er ymiskt, sum vit skulu fáa upp á pláss við donsku stjórnina, áðrenn fólkaatkvøðuna í apríl 2001, tá fólið sleppur at taka støðu til ein nágreiniligan spurning, sigur Helena Dam á Neystabø.
Men hvør hesin nágreiniligi spurningurin verður, er torført at fáa at vita.
? Fólkið skal taka støðu til, um vit skulu tøma heistýrislógina og minka blokkin niður í einki eftir einum ávísum áramáli, tit vit fáa fullveldi, eru boðini frá landsstýrinum.
Men áramálið vil landsstýrið ikki koma nærri inn á fyrr enn eftir fyrsta samráðingarfundin.
Tó hevur Høgni Hoydal nevnt 2006, sum eitt mark, men hesum hava Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin víst aftur.