Samráðast aftur um Icesave

Seinnapartin í gjár kom glið aftur á samráðingarnar millum íslendingar øðrumegin og bretar og niðurlendingar hinumegin um Icesave-málið, og íslendskir fjølmiðlar vænta, at tær veruligu samráðingarnar verða tiknar uppaftur fyrrapartin í dag.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sigur við Morgunblaðið, at íslendingar hava ongantíð havt so góðar møguleikar sum nú at fáa eina betri avtalu um Icesave-skuldina.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin tosaði í gjár við bretska bankamálaráðharran, Paul Myners, og niðurlendska fíggjarmálaráðharran, Jan Kees de Jager.