Samrøða við tvífalda evropameistaran á Rás2

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður hjá Rás2 tosaði við Pál Joensen aftaná, at hann hevði vunnið næsta gullið í EM-kappingini fyri juniorar í Beograd. Høvi verður at hoyra hesa samrøðuna í morgunsendingini á Rás2 í morgun. Kári á Høvdanum skal eisini royna seg á 200 metrum ryggsvimjing innleiðandi, og kemur Jón Brian beinleiðis inn frá Beograd, og sigur frá tí kappingini.