Í Gjárkvøldið var konsert í Hoyvíkar kirkju við tí endamáli at samla pengar saman til frama fyri flóttafólki úr Ukraina. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur í eini frágreiðing frá konsertini, at kirkjan var mestsum fullsett. Byrjað varð við bøn fyri flóttafólki úr Ukraina, og sálmurin »Kom friður av himni«, sum Louis Zachariasen yrkti, og Knút Olsen smíðaði lag til, varð sungin sum felagssálmur.
Tey, ið framførdu vóru: Anna & Angelika, Silvitni, Jens Marni, SWAY og Lena Anderssen. Talan var um eitt serligt huglag í kirkjuni, og tær nýggju veggjapláturnar, ið so at siga eru gjørdar til sang og tónleik, og nýggja urgan, ið enn bert er hálvliðug, gjørdu mun, sigur prestur.
Men tað merktist eisini, at fólk vilja gera mun og eru merkt av krígnum í Evropa. Høvi var hjá fólki at lata eitt oyra, og Kiwanis Rósan læt kr. 10.000 sum byrjanarpening í hesi innsavning. Tilsamans vóru yvir 56.000 krónur samlaðar saman til Reyða Kross og arbeiðið fyri fólkið í Ukraina. Hetta var tó bert fyribilstal, tí fólk hava eisini høvi at flyta pening í bankan á kontu nummar 6460 4946954 og viðmerkja, at tað er til Ukraina.
Endað varð við felagssálminum «Boðar tú til allar tjóðir« áðrenn tey bóðu Faðirvár.