Hóskvøldið klokkan 18 letur forkunnug framsýning upp í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Framsýningin, sum ber heitið Gay Greenland, fevnir um vangamyndir av 61 samkyndum grønlendingum.
Í sambandi við at framsýningin letur upp, verður orðaskifti um støðuna hjá samkyndum. Við pallborðið sita Nuka Bisgaard úr Grønlandi, Hilmar Magnusson úr Íslandi og Ejler Fagraklett úr Føroyum.
Annars fer Leise Johnsen at bjóða vælkomin. Hon er stjóri fyri Grønlendska Húsið í Keypmannahavn og somuleiðis er tað hon, sum hevur tikið stig til framsýningini og hevur framleitt hana.
Og tað verða Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, og Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri í Nuuk, sum lata framsýningina upp.
|










