Samkynd skulu verja sín samleika

Hesi eru ráðini frá X-Factor Sarah til føroysk samkynd. – Eg haldi, at tit mugu verja tykkara rætt og ikki finna tykkum í, at onnur vilja broyta tykkum, sigur Sarah

Ein teirra, sum í kvøld skal standa á X-Factor pallinum í Parkini, er 15 ára gamla Sarah Skaalum Jørgensen.
Dómararnir hava fleiri ferðir víst á, at Sarah ikki hevur ta sterkastu røddina í kappingini, men kortini hevur tað eydnast henni at vinna sæti í finaluni.
Eg væntaði ikki, at eg fór at koma so langt í kappingini. Men eg haldi, tað er partvíst orsaka av, at eg eri trúgv móti mær sjálvari allan vegin. Eg eri altíð líka, óansæð hvar eg eri, ella hvønn eg tosi við, sigur Sarah.

Mugu standa við sín samleika
Hóast bert 15 ára gomul, so hevur Sarah víst, at hon hevur bein í nøsini, og hon torir at standa við sín samleika.
Hon er samkynd, og hetta hevur mill­um annað skapt trupulleikar í familju hennara, tí pápi hennara vildi ikki góð­taka hennara seksualitet. Men kort­ini valdi Sarah at standa við sítt.
Tú kanst ikki broyta tína persón­ligheit ella tín samleika. Eg eri tann, sum eg eri, og tað er millum annað ein sam­kynd genta, staðfestir Sarah.
Tá Sarah frætti um støðuna hjá sam­kyndum í Føroyum, gjørdist hon ikki sørt bilsin. Hon hevur uppruna í Før­oyum. Abbi hennara var føroyingur, og har kemur navnið Skaalum eisini frá.
Mítt besta ráð til samkyndar før­oyingar er, at tit mugu verja tykkara rætt til at liva, sum tykkum listir. Eingin hevur rætt til at broyta tykkum, sigur unga songkvinnan.
Sarah hevur hitt sína føroysku familju, men hevur kortini ikki nógv samband við Føroyar.

Anna og Linda eru fyrimyndir
Sarah skal í kvøld standa sína endaligu roynd, tá hon trínur á stóra pallin í Parkini frammanfyri 40.000 áskoðarum og tveimum milliónum hyggjarum.
Hon hevur ongantíð verið ein favo­rittur hjá dómarunum fyri sína rødd, men hennara sterka persónligheit hevur gjørt, at danir og dómararnir halda hana hava júst tað, sum sendingin hev­ur til endamáls at finna, nevniliga X-Factor.
Eg væntaði ikki, at eg fór at koma so langt. Tað er óveruligt fyri mær, sigur Sarah.
Hon sigur, at alt hevur gingið so skjótt fyri seg, og tí hevur hon ikki havt stundir at varnast, hvat er hent.
Eg haldi ikki, hetta hevur gingið upp fyri mær enn. Eg eri kanska blivin kend, men tað fari eg neyvan at fata fyrr enn eftir fríggjakvøldið, sigur Sarah.
Hon hevur undanfarin ár, eins og nógvir danir og føroyingar, sitið framman­fyri skíggjan, tá ið X-Factor hev­ur verið á skránni. Har hevur hon mill­um annað fylgt føroysku Lindu Andrews og Annu Nygaard.
Linda og Anna eru ótrúliga kular. Mær dámdi tær báðar ógvuliga væl, og nú gangi eg í teirra skóm. Tað er heilt ótrúligt, sigur Sarah.
Eins og tær báðar føroysku X-Factor stjørnurnar, hevur Sarah bert góð minnir frá X-Factor tíðini.
Eg havi fingið eina nýggja familju hesir seinastu mánaðirnir. Tað verður avgjørt ein stór broyting í mínum lívi at siga farvæl við X-Factor familjuna, sig­ur hon.
Í kvøld skal slagið standa, men óansæð hvør vinnur, so er Sarah væl nøgd við kappingina.
Eg vóni, at vit øll kunnu vinna. Sjálv­andi veit eg, at ein vinnari skal kjósast, men eg verið helst líka errin, um tað verður eg ella ein av hinum, sum fer av­stað við sigrinum, sigur Sarah.

- - -

Fakta
Danska X Factor finalan verður hildin fríggjakvøldið kl. 19.00.

Finalan er heimsins størsta X-Factor finala og verður hildin í Parkini

Tríggir finalistar skulu kappast um sigurin í kappingini. Finalistarnir eru:
- Sarah
- Babou
- Anne Louise