Samkynd skrúðgonga á ólavsøku skal bannast

Føroyingar skulu avmarka virkseminum hjá LGBT, á sama hátt sum vit avmarka Sea Shepherd

LGBT eigur ikki at sleppa at ganga skrúðgongu í miðbýnum í Havn á Ólavsøku.

 

Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

Hann heldur, at føroyingar eiga at seta somu avmarkingar fyri virkseminum hjá LGBT, sum vit seta fyri virkseminum hjá Sea Shepherd, og vísa LGBT niðan á Karlamagnussarbreyt at vera á.

 

Tað er rættiliga fallið Miðflokkinum fyri brósti, at LGBT, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum, aftur í ár ætlar at skipa fyri Faroe Pride tiltakið, har ein høvuðstáttur er ein skrúðgonga í Havnini, mánadagin 27, juli.

 

- Hetta er at gera seg inn á gomlu tjóðarhátíð við fremmandum siðum, sigur Jenis av Rana.

 

Hann vísir á, at á ólavsøkan ganga prestar, løgtingslimir, landsstýrisfólk og embætisfólk í skrúðgongu ímillum Løgtingið og Havnar Kirkju.

 

- Tað er ein skrúðgonga, sum vísir, hvørji virði, vit byggja samfelagið á. Men hesi seinastu árini, er tey LGBT farin at gera seg inn á hesi virði, sigur Jenis av Rana.

 

Hansara páhald er, at tey í LGBT eru ikki friðarfólk, tí tey gera seg inn á samfelagið og vilja við ”vold og makt” broya landsins lógir og gera seg inn á heimsins bestsa og tryggasta samfelagið.

 

- Tey byrjaðu í smáum við hesi skrúðgonguni, men tað er vaksið seg størri og størri og nú eru tey í ferð við at yvirtaka ólavsøkuna, sigur Jenis av Rana. 

 

Hann er sannførdur um, at virksemið hjá LGBT, er ímóti áskoðanini hjá meirilutanum av Føroya fólki og hann heldur, at tað er beinleiðis ”frekt” av teimum at gera seg inn á okkara tjóðarhátíð.

 

Jenis av Rana heldur, at føroyingar eiga at seta avmarkingar í verk fyri virkseminum hjá LGBT, á sama hátt, sum vit avmarka virkseminum hjá Ses Shepherd.

 

Sea Shepherd hevur fingið greið boð um, at tey sleppa ikki at skipa fyri mótmælisgongu í miðbýnum í Havn á ólavsøku. Ístaðin fyri hava tey fingið eitt pláss á Karlamagnusarbreyt, langt uttanfyri býin, at vera á.

 

Og Jenis av Rana heldur, at LGBT átti at fingið somu treytir.

 

- Sea Shepherd ger seg inn á føroyska samfelagið, og tí avmarka vit virkseminum hjá teimum. Tað sama ger LGBT og tí eiga vit eisini at avmarka teirra virksemi. Vilja tey ganga skrúðgongu á ólavsøku, eiga tey ikki at sleppa í miðbýin, men eiga at fáa eitt pláss á Karlamagnusarbreyt at vera á, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann sigur, at flokkurin hevur ikki gjørt nakað við málið upp undir hesa ólavsøkuna. Men hann veitir hundrað prosent vissu fyri, at flokkurin fer at taka tað upp í sambandið við løgtingsvalið, og aftan á, fyri at forða fyri, at hetta ikki endurtekur seg.

 

Um eina løtu hava vit viðmerkingar frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, har hann ger greitt, hvat hann heldur um áheitanina frá Miðflokkinum um at banna skrúðgonguni hjá LGBT