Samkynd hava aldrin trivist so væl í Føroyum sum nú

LGBT í Føroyum heitir á veljarar um at velja fólk á Løgting sum ikki bakka

Samkynd, tvíkynd og tvørkynd hava aldrin trivist so væl í Føroyum sum nú.

Tað sigur LGBT og í eini almennari áheitan í dag, heita tey á føroyingar um at velja fólk á Løgting, sum ikki vilja bakka aftur.

Sostatt heita tey á valevnini um at verja vunnin rættindi og berjast víðari fyri at veita javnrættindum fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum.

LGBT heitir somuleiðis á føroyska veljaran, um at velja løgtingsvalevni, ið av álvara »vilja virka fyri at vit fáa einar rúmligar og litfagrar Føroyar, har pláss er fyri øllum og øll hava somu skyldur og rættindi.«

Síðani síðsta løgtingsval er tað kollveltandi hent, at nú kunnu samkynd eisini giftast.

Samkynd kunnu ættleiða børn og fólk, sum eru tvørkynd, verða ikki longur mett at vera sálarsjúk, og samstundis fáa bæði gentur og dreingir ókeypis HPV koppseting.

– Hetta hevur ført við sær, at fleiri samkynd pør eru gift í Føroyum og onnur eru flutt heim til eitt móðurland, sum nú viðurkennur teirra hjúnabond, alsamt meðan talið á føroyskum ælabogafamiljum veksur, sigur LGBT.

Men tey staðfesta, at eftir øllum at døma eru tað bæði politiskir flokkar, og fleiri valevni, sum bakka aftur til tær Føroyar, sum »ikki rúmaðu samkyndum føroyingum og ikki loyvdu samkyndum at gifta seg borgarliga.«

Tí heitur LGBT á føroyska veljaran, at velja valevni, sum klárt og týðiliga hava sagt, at tey vilja verja vunnin rættindi og áhaldandi berjast fyri enn fleiri javnrættindum.

Men er langt á mál, siga tey í LGBT, og tey viðurskifti, sum tey halda, mangla fyri at tey hava full javnrættindi, eru:

­– Samkynd hjún/pør eru ikki javnsett við hinskynd hjún/pør í føroysku Barsilskipani. Fólk av sama kyni kunnu ikki gerast viðforeldur hjá biologisku børnunum hjá sínum maka av sama kyni, men mugu bíða 2,5 ár fyri at ættleiða barnið.

– Samkyndar kvinnur hava ikki sama møguleika at fáa ókeypis ísáðing umvegis føroyska Heilsuverkið, eins og hinskyndar kvinnur kunnu fáa.

– Kynslig sannføring og samleiki er ikki partur av føroysku hate crime lógini (§ 81, nr. 6 í Revsilógini)

– Føroyar hava framvegis ongar antidiskriminatiónslógir á arbeiðsmarknaðinum. Hvørki vegna kynsliga sannføring, kynsligan samleika ella nakað annað.

– Tað er framvegis eitt lívslangt bann hjá samkyndum monnum at geva blóð í Føroyum,

– Tað er ikki loyvt at skifta kyn í Føroyum uttan at verða geld/ur.