- Løtingið, sum verður valt á valinum 29. oktober, eigur at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd parløg verða javnsett við hinskynd parløg.
Tað heldur LGBT Føroyar, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.
- Vit vilja ikki hava ikki serlógir ella serrættindi, sum eitt nú lógina um skrásett parlag, ið flest okkara grannalond nú eru farin burturfrá.
- Vit vilja gerast partur av tí lóggávu, ið er á økinum, og at fáa sama rætt sum allir aðrir føroyingar.
- Ein dagførd hjúnabandslóg, sum rúmar bæði samkyndum og hinskyndum, vísir at vit sum samfelag eru tollynt, rúmlig, virða mannarættindi, og at vit javnseta allar borgarar í Føroyum, sigur Bjarni Lisberg, talsmaður hjá LGBT Føroyar.
Hann sigur, at sjálv lógarbroytingin er einføld at fremja.
- Einasta broyting sum skal gerast, er at staðfesta í hjúnabandslógini, at hjúnaband er ímillum tvey fólk.
- Við hesum er eitt hjúnaband antin ímillum mann og mann, kvinnu og kvinnu ella mann og kvinnu.
Bjarni Lisberg sigur, at nógv lond hava longu framt hesa lógarbroyting, eitt nú Noreg, Ísland, Svørríki, Kanada, Spania, Niðurlond, Belgia, Portugal, Argentina, Suðurafrika og fleiri amerikanskir statir.
- Nýggja danska stjórnin hevur eisini sett út í kortið at dagføra lógina í Danmark. Hann vísir á, at lógarbroytingin fer ikki at áleggja fólkakirkjuni ella samkomum at víga samkynd, tí hetta verður ein spurningur sum fólkakirkjan og trúarsamfeløgini sjálvi skulu sleppa at avgerða.
Bjarni Lisberg sigur, at á løgtingsvalinum hava vit møguleika at velja politikarar, sum siga ja til fjølbroytni, ja til javnrætt og ja til kærleikan, sum hann málber seg.