Millum mongu fyrilestrarnir á sætta Frændafundinum í summar vóru tveir um samkynd. Nú fyrilestrar verða útgivnir í bók, er hetta samstundis fyrstu ferð, at støðan hjá samkyndum í Føroyum verður viðgjørd í eini føroyskari útgávu.
Skelkandi dømi
Tvær greinar um samkynd eru við í bókini, ein á føroyskum og ein á íslendskum.
Í greinini “Samkynd mett søguliga, samtíðarliga og ynski fyri framtíðina” greiðir føroyski Bogi D. Davidsen, dr.med og yvirlækni, frá støðuni hjá samkyndum í Føroyum, Norðurlondum og alment, søguliga og í dag; um hvussu hon er merkt av gomlum fordómum og vantandi upplýsing og hvussu tað hevur lemjandi ávirkan á lívið hjá nógvum einstaklingum og teirra avvarðandi.
Bogi D. Davidsen tekur skelkandi dømi frá seinna heimsbardaga, tá ið samkyndir menn við ljósareyðum tríkanti sum frámerki vórðu píndir, og týndir umfarmt at hann tekur talandi dømi úr okkara tíð í Føroyum og aðrastaðni. Men hann vísir eisini á framstig, ið eru hend, og hvat eftir er at gera. Hent heimildaskrá fylgir greinini.
Samkynd og bíblian
Umboðandi íslendska partin skrivar K. Hulda Guðmundsdóttir, MA í gudfrøði, um samkynd og mentan. Hon tekur støði í Bíbliuni og minnir á, at tá ið vit lesa fornan tekst, mugu vit altíð tulka við størsta varsemi. Hon heldur, at vit eiga altíð at lesa bíbliutekst í størstan mun út frá teimum áskoðanum og virðum, ið ráddu í samfelagnum, sum framleiddi tekstin. Viðvíkjandi samkynd og Skriftini heldur hon tað tí vera neyðugt at kanna røturnar hjá kristnari mentan í staðin fyri bara at hyggja at orðunum í Skriftini sum tey standa í týðingunum, vit eru meinkunnug við frá barnsbeini.
Í sambandi við greinarnar um samkynd kann eisini nevnast, at í málfrøðiliga partunum av bókini viðger Þóra Björk Hjartardóttir MA íslendsk heiti á samkyndum, og hvussu ymisk sjónarmið hava verið á tí økinum.