Filadelfia
Møguleiki hevur verið hesar dagar at hoyra fólk, ið hava gott samband við deyð. Hesi deyðu kunnu veita hjálp og ugga. Ja mangt er broytt seinastu árini í okkara vakra landi, ikki bara koma signalir út um, at búskapurin rillar, men nú er heilt sjónligt, at fólkasálin í Føroyum rillar sum ongantíð fyrr. Fólk søkja aðrar leiðir. Vit spyrja aðrar tjóðir, sum eru fallnar langt niður moralskt, um ráð. Og vit vilja líkjast teimum!!!
Eru vit á somu leið nú, móti einum moralskum skrælli?
Dagsins trupulleikar í alivinnuni, rækjuflotanum, eru bert nakrir av fáu trupulleikunum, vit hoyra um dagliga. Sannleikin í hesum málum kann ikki noktast, men hvussu langur skal listin verða, og hvussu leingi skal hetta halda á?
Hvat skal til fyri at bøta um støðuna í landi okkara? Aðra samgongu ella størri innlit í fjølbroyttum religiónum?
Vit minnast kreppuna í 90´unum! Hvat var tað sum bjargaði okkum? Jú, tað at vit fóru á knø okkara og bóðu Gud um fyrigeving fyri at vit, Hansara fólk, høvdu forsømt Hann og tað verk, Hann hevði sett okkum til. Noyðast vit at síggja enn eina kreppu, áðrenn vit fara niður aftur á knøini? Vit minnast, at Gud svaraði okkum, so fiskifrøðingar og onnur lærd fólk enn í dag standa og undrast á hvaðani fiskurin kom.
Vit eru vís í, at Samkoman er bjarging Føroya fólks. Vit mugu reisast og vera sterk í Gudi, so vit kunnu hoyra frá Honum, ið reis upp frá teimum deyðu og livir í dag. Nú er tíðin búgvin til júst tað. Í hesum sambandi skipar Filadelfia í Havn fyri einari heyststevnu í døgunum 30. september til 3. oktober. Evnið á stevnuni er: »Samkoman?Bjarging Føroya fólks«.
Møti verða frá hósdegi til sunnudag. Karmarnir um stevnuna eru sera breiðir. Leygardag seinnapart verður ymiskt á skránni. Skipað verður fyri bowling, ríðing og túri til Kirkjubøar við ferðaleiðara, endað verður á Fornminnissavninum. Spennandi tiltøk verða eisini fyri børn m.a. barnamøti og familjumøti.
Filadelfia samkoman ynskir við hesum orðum at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin.