Sami maður stóð aftanfyri báðar atsóknirnar

Løgreglan í Noregi heldur, at tað er sami maður, sum stendur aftanfyri báðar atsóknirnar í Noregi í Dag.

Fyrst sprongdi hann eina bumbu við stjórnarbygningin í Oslo og stutt eftir skeyt hann frá hond í eini politiskari ungdómslegu.

Fyribils hevur løgreglan váttað, at 10 fólk eru deyð á ungdómsleguni, men talan helst er um fleiri, sum hava latið lív.

Í bumbuspreingini hava sjey fólk latið lív, vísa fyribils tølini, men fleiri eru illa løstað.

Maðurin er sinnaður at tosa við løgregluna, men hevur ikki sagt, hví hann framdi illgerningarnar.

Men ein norskir serfrøðingar halda, at tað er væl trúligt, talan er um eina atsókn frá einum víðgongdum høgramanni.