Sami Hyypia takkar fyri seg

Kanska besta keypið í søguni hjá Liverpool stillar nú fótbóltsskógvarnar á hillina. 37-ára gamli verjuleikarin fer at royna seg sum venjara í framtíðini. Hann livdi eina heldur ókenda tilveru í hollendska Willem II, tá Liverpool í 1999 legði áleið 20 milliónir krónur á borðið fyri hann. Saman við Stephane Henchoz, sum varð keypur sama summarið, myndaðu teir Liverpool verjuna í fleiri ár. Serliga Sami Hyypia gjørdist væl dámdur á Anfield fyri bæði síni evnir sum fótbóltsleikari og sum menniskja. Fleiri leikarar og venjarar hava gjøgnum tíðina sagt nógv góð orð um finnan, sum í 2009 spældi sín seinasta dyst fyri Liverpool. Hann hevur seinastu tvey árini spælt í Týsklandi við Bayern Leverkusen.

 

Í tíðini sum Liverpool leikari vann Sami Hyypia Champions League, UEFA Cup, umframt tvær ferðir FA Cup, tvær ferðir Liga Cup og tvær ferðir Evropa Super Cup. Hann sigur sambært Dailymail, at hann í framtíðini fyri at royna seg sum venjara. At byrja við verður hann knýttur at venjaratoyminum hjá Bayer Leverkusen og skal hjálpa til á finska landsliðnum. Hann er noteraður fyri 105 landsdystir og fimm mál.