Løgmaður, sum stendur fyri samráðingunum um eina nýggja CHE samgongu, heldur, at tað sær gott út og í dag hava samráðingarnar gingið væl.
EYKATÍÐINDASENDING Á RÁS2 KL. 20 Teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, hava sitið við samráðingarborðið allan dag og Jóannes Eidesgaard, samráðingarleiðari, segði við Rás2 í áðni, at tað sær gott út.
Veðrið er so ringt, at tinglimir av bygd sleppa ikki heim í kvøld og ta støðuna ætlar samráðingarleiðarin at gagnnýta til fulnar við at halda teimum við samráðingarborðið sum longst.
Hann heldur, at í stórum eru flokkarnir samdir og at beinagrindin til eitt samgonguskjal er farið at hómast.
Nú er eftir at fáa smálutir upp á pláss, men eisini tað krevur sína viðgerð og tað fer at taka tíð.
Tað arbeiðið verður ikki lættari av, at tey hava samráðst í smáum arbeiðsbólkum og tað merkir, at tey, sum ikki havaverið í einum ávísum arbeiðsbólki, hava brúk fyri at verða kunnað um úrslitið og at gera sínar viðmerkingar.
Løgmaður er tí greiðir yvir, at eitt liðugt samgonguskjal verður ikki liðugt í dag, men beinagrindin er farin at síggjast og skldi verið klár í kvøld.
So er eftir at samansjóða alt tað skrivaða tilfarið niður í eitt samgonguskjal og tað tekur eisini sína tíð
Hinvegin hava flokkarnir ikki tosað um, hvussu málsøkini skulu býtast ímillum teir. Men hann vónaði at eisini tað kundi koma á dagsskrá í kvøld
EYKATÍÐINDASENDING Á RÁS2 KLOKKAN 20 Í KVØLD.