Samgongulimir vísa Katalonia samhuga

Samgongulimir hava sent katalonsku stjórnini eitt samhugaskriv, nú tey skulu á fólkaatkvøðu í næstum um loysing frá Spania.

 

Sama bræv er sent til sponsku stjórnina, har tey vísa á, at tey taka undir við katalanska ynskinum um eina fólkaatkvøðu.

 

Tað eru limir úr øllum samgonguflokkunum, ið hava skriva undir brævið. Tað er skrivað á enskum, men umsett ljóðar tað nakað soleiðis:

 

Tingfólk úr Føroyum hava hesa viðmerking til politisku støðuna í Katalonia.

 

Vit, tingfólk úr Føroyum, halda at øll fólk hava ein sjálsavgerðarrætt sambært altjóða lóg. Tí taka vit undir við sjónarmiðnum, at fólkið í Katalonia hava rætt til at avgerða sína politisku framtíð. Við virðing fyri fólkaræðnum og mannarættindum, halda vit, at øll fólk og allir flokkar, hava rætt at fáa teirra sjónarmið hoyrd og tey hava rætt at bera tey fram. Tí er tað við stúran, at vit síggja makt verða nýtta til tess at steðga fólkaatkvøðuni. Tí biða vit allar flokkar at vísa virðing fyri mannarættindum og fólkaræðnum og halda uppat við at nýta makt og harðskap.