Samgongufundir í Tinganesi eru góðir

Sambært løgmansskrivstovuni, so passar tað ikki, at so lítið skil er á fundunum í lítlu samgonu, soleiðis sum formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen annars hevur boðað frá.

Av løgmansskrivstovuni siga tey:

» ? Í seinastuni hava samgongufundirnir í Tinganesi fingið stóra umrøðu í fjølmiðlunum grundað á viðmerkingar frá tingmanni.

Orsakað av at hetta regluliga er endurgivið í fjølmiðlunum seinastu dagarnar, varð málið viðgjørt á politiskum landsstýrisfundi mánadagin tann 20. oktober 1997 og seinni sama dag á fundi í lítlu samgongu

Boðað verður frá, at á fundunum varð staðfest, at skipanin við samgongufundum hevur fulla undirtøku í landsstýrinum. Lítla samgonga tók somuleiðis undir við landsstýrinum í hesum máli.

Sagt verður frá hesum.«

Tingmaðurin, sipað verður til, er uttan iva formaður Sambandsfloksins á tingi.

Ein óváttað kelda sigur við Sosialin, at málið eisini hevur verið fyri á hægsta stað í Sambandsflokkinum, og at Atli Hansen er átalaður fyri at fara í fjølmiðlarnar við innanhýsisviðurskiftum.