Samgongan vil ikki hjálpa húsaeigarum

SETHÚSALÁN Føroysku bankarnir verða javnan skuldsettir fyri at taka okursrentu frá teimum, sum hava bústaðarlán. Hetta kann samgongan gera nakað við, men tað vil hon ikki. Tvørturímóti verða tiltøk sett í verk, sum forða fyri, at húsaeigarar kunnu fáa bíligari lán

Húsalánsgrunnurin kann saktans gerast ein veruligur kappingarneyti hjá bankunum so at rentan verður hildin niðri.
Tað staðfestir Páll Poulsen, stjóri í Húsalánsgrunninum.
Men ístaðin fyri at geva Húsalánsgrunninum hendan møguleikan, ætlar samgongan tvørtur ímóti at seta tiltøk í verk, sum einaferð fyri allar fara at seta ein effektivan stoppara fyri møguleikan hjá Húsalánsgrunninum at taka kappingina upp við bankarnar so at teir fáa enn fríari ræsir at áseta rentuna, sum teir vilja.
Samgongan ætlar nevniliga at broyta lógina um Húsalánsgrunnin soleiðis, at hann ikki longur skal sleppa at veita vanlig bústaðarlán til sethús og íbúðir.
- Eg dugi faktiskt ikki at sígja nakað endamál við hesum uttan at tøma Húsalánsgrunnin og at forkoma honum heilt, sigur Páll Poulsen.
Hann sigur, at vanlig bústaðarlán er tað, sum geva grunninum nakrar inntøkur av týdningi. Hinvegin er lítið og onki at heinta av orkulánum, bjálvingarlánum og øðrum alternativum lánum, sum vera tey einastu lánini, sum sum vera tey einastu lánini, grunnurin eftir ætlan sleppur at veita hereftir.
- Sleppur Húsalánsgrunnurin ikki at læna til sethús, verður tað sostatt endin á honum, metir stjórin.

Verður skjótt tømdur
Nú málið hevur verið til viðgerðar í politisku skipanini, hevur Jóannes Eidegaard ført fram, at kapitalgrundarlagið undir húsalánsgrunninum er 536 milliónir og at tað munar onki, skal grunnurin eisini veita vanlig bústaðarlán.
Hesum er meirilutin í fígjarnevndini, sum eru samgonguflokkarnir, samdir í.
Men stjórin í Húsalánsgrunninum alt annað enn samdur.
- Hetta er sagt út frá tí, at tilsamans eru øll útlán til bústaðarlán í Føroyum einar seks milliardir krónur og tá eru 536 milliónir ikki so nógv.
- Men fekk Húsalánsgrunnurin heimild at taka eitt bíligt uttanlandslán við, kanska við landskassaveðhaldi, hevði tað heilt avgjørt borið væl til hjá okkum at tikið kappingina upp við bankarnar um vanlig bústaðarlán.
Sostatt kundi Húsalánsgrunnurin verðið almenna trygdin fyri, at føroyskir húsaeigarar fáa bústaðarlán fyri eina rímiliga lága rentu.
Hvussu stórt eitt slíkt lán vildi verið, veldst um eftirspurningin.
Páll Poulsen sigur, at tað eru rentuinntøkurnar av vanligu bústaðarlánum, sum gera tað møguligt at reka Húsalánsgrunnin.
- Tær eru trygdin fyri, at vit eisini kunnu veita tey serligu lánini, sum samgongan vil. Men skulu vit bara veita orkulán og serlig lán við lítlari ella ongari rentu, uttan møguleika fyri at fáa inntøkur av vanligum bústaðarlánum, eru 536 milliónir í øllum, førum alt, alt ov lítið, tí so gongur bara heilt stutt tíð til Húsalánsgrunnurin rent seg fíggjarliga fastan.
- Sum nú er, sær tað út til, at Húsalánsgrunnurin bara skal veita lán, til tey endamál, sum vanligu bankarnir ikki vilja fíggja.
- Var nøkur inntøka av hesum lánum, høvdu peningastovnarnir eisini vilja fíggjað tey.
- Ongin fyritøka hann halda fram við ongari inntøku og tí verður hetta endin á Húsalánsgrunninum, sigur Páll Poulsen.

4,5%
Húsalánsgrunninum leggur seg eftir, at hava eina so bíliga bústaðarfígging sum møguligt. Í løtuni er bústaðarrentan hjá húsalánsgrunninum, 4,5% fyri 1. veðrættarlán og 6,5% fyri onnur veðrættarlán. Hetta er meiri enn eitt prosent lægri renta, enn bankarnir krevja.
Stjórin í Húsalánsgrunninum er vísur í, at tann lága rentan hjá grunninum ger sítt til, at rentan av bústaðarlánum hóast alt ikki er hægri enn hon er.
Les eisini greinina: Avmarkingar forða kapping