Tað er ikki semja í samgonguni um Skálafjarðartunnilin. So mikið kunnu vit staðfesta, nú tað einans eru tríggir dagar, inntil Kári P. Højgaard eftir ætlan skal skriva undir sáttmálan um Skálafjarðartunnilin.
Bárður Nielsen heitir í morgun um at útseta undirskrivingina, soleiðis, at fleiri møguleikar kunnu kannast. Hann rør framundir, at skipa allar tunlarnar í eitt alment felag.
- Vit eiga at kanna møguleikan fyri at gera eitt alment felag, sum kann fíggja alla samanbindingina um alt Føroya land, sigur Bárður Nielsen millum annað í viðmerking.
Hann metir, fortreytirnar vera broyttar munandi, síðani tunnilin varð viðgjørdur í tinginum í 2010. Fíggjarliga støðan er munandi batnað, og støðan sær heilt øðrvísi út nú, sigur Bárður Nielsen í viðmerking.
- Tað sømir seg ikki, at vit hasta eina slíka avgerð í gjøgnum, heldur hann.
Hoyr alla samrøðuna við Bárð Nielsen, tingmann fyri Sambandsflokkin og fíggjarnevndarformann her.