Strandferðslan eigur at verða gjørd til eitt alment partarfelag - ella eigur hon at verða einskild. Tað heldur Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Og hann er ikki einsamallur um at halda, at hetta er ein spurningur, samgongan eigur at taka upp.
Christian Andreasen førdi tað sama fram herfyri, men tá svaraði eingin til tað.
Men nú henda dagin Løgtingið viðgjørdi spurningin um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, førdi hann sama sjónarmið fram enn einaferð – og hesa ferð fekk hann undirtøku frá partamanninum, Jákupi Mikkelsen.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í samferðslmálum, hevur fleiri ferðir boðað frá, at samgongan fer at leggja eina íløguætlan og í tí sambandi skal eisini ein ætlan leggjast fyri, hvussu ferjurnar hjá Strandferðsluni skulu skiftast út.
Her verður fyrst og fremst hugsað um tær smærru ferjurnar, sum eru gamlar og uppslitnar. Hinvegin er Teistin ikki við í hesi ætlanini, tí honum verður ikki brúk fyri tá ið koyrandi er ígjøgnum Sandoyartunnilin, og Smyri er heldur ikki við, tí hann er lutfalsliga nýggjur enn.
Christian Andreasen heldur, at tað standa so stórar íløgur fyri framman, at hesi næstu árini verður tað ein heilt ómøgulig uppgáva at fáa rúmd fyri fleiri hundrað milliónum til nýgg skip til Strandferðsluna eisini.
Hinvegin heldur hann, at flotin hjá Strandferðsluni má endurnýggjast hesi næstu árini, og tað má henda nógv skjótari enn tey klára at fáa pening til tað á fíggjarlógini.
Tí staðfestir hann, at tað verður neyðugt at hugsa nýtt og hann heldur, at einasta loysn er at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag.
Landið kann skjóta ferjurnar í partafelagið sum innskot. Partafelagið fær so inntøkurnar av ferðafólkaflutninginum og farmaflutninginum, men harafturat má landið so skjóta eina upphædd í felagið um árið.
Men afturfyri verður landskassin so leysur av Strandferðsluni í aðrar mátar, tí tað verður felagið, sum verður at standa fyri at endurnýggja flotan, og at fíggja tað.
Og Christian Andreasen heldur, at ein síðuvinningur verður, at so sleppur Strandferðslan undan, at politikarar støðugt blanda seg upp í, hvussu Strandferðslan skal rekast, og hvussu skipini skulu sigla.
Hann sigur, at ein annar møguleiki er at einskilja partafelagið, tí úrslitið verður tað sama.
– Eg dugi ikki at síggja, at flutningur ímillum oyggjarnar er ein almenn uppgáva, tí tað høvdu tey privatu klára fult so væl, heldur hann.
Jákup Mikkelsen sigur, at beinanvegin eftir nýggjár eigur samgongan at leggja eina íløguætlan, og hann sigur, at tað í sama viðfanfi er tað óðamannaverk ikki eisini at leggja eina ætlan fyri at skifta skipini hjá Strandfeðsluni út.
Og í tí sambandi eigur samgongan eisini at viðgera spurningin um at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag, sigur Jákup Mikkelsen.