Samgongan raðfestir talgilt koyrikort fram um námsfrøði

Fimm høvuðsmál blivu nevnd í fíggjarlógaruppskotinum í morgun. Eitt av teimum var talgilt koyrikort. Tað harmar meg, at eitt slíkt mál skal standa eftir sum eitt høvuðsmál, tá tað samstundis gjørdist greitt í morgun, at námsfrøðingaútbúgvingar ikki verða raðfestar í fíggjarlógini.


Tað er alneyðugt at taka fleiri næmingar inn á námsfrøðiútbúgvingina. Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, hevur sagt, at ætlanin er at taka fleiri námsfrøðilesandi inn á Setrið.


Hann hevur eisini upplýst, at ætlanin er at útbúgva 48 námsfrøðingar um árið tilsamans. Men eitt er, hvat sagt verður. Eitt annað er, hvat verður gjørt. 


Hyggja vit eftir fíggjarlógaruppskotinum, so stendur bara, at “nærri greiningar skulu gerast.”


Tað gongur ov seint, og tí fari eg at gera mítt besta fyri, at avbjóðingin við ov fáum námsfrøðingum skal virðast og takast við í fíggjarlógina fyri 2022.


Djóni Nolsøe Joensen,

 

løgtingsmaður