Ein úthurð fyri 900.000 krónur!
Tað ljóðar sum rættiligt oyðsl, ikki minst í tíðum sum hesum.
Men ein nýggj úthurð fyri 900.000 krónur til bygningin hjá Fíggjarmálaráðnum á Argjum er akkurát tað, sum Jóannes Eidesgaard vil hava.
Hann hevur biðið Løgtingið um at samtykkja, at hann fær pengarnar.
Og á tingfundi seinnapartin í gjár samtykti samgongan í Løgtinginum so at ganga umbønini á møti.
Sjálvt um talan er um eina lítla upphædd, er tað fallið mongum fyri bróstið, at samgongan fær seg til at brúka so nógvan pening upp á eina úthurð í hesum tíðum, tá ið hvør króna verður vend og sparingar verða álagdar allastaðni, bæði hjá teimum gomlu, hjá lesandi og hjá teimum, sum eru sjúk og brekað.
Orsøkin til, at tað er neyðugt við nýggjari úthurð í Fíggjarmálaráðnum, er, at á ávísum ættum er so nógvur gjóstur ígjøgnum alt ráðið, at tey siga, at tað er ikki inniverandi.
Tí vilja tey nú hava eina ”karruselhurð”, soleiðis at tað ongantíð er opið heilt inn.
Og ein slík hurð kostar 900.000 krónur og tað hevur Løgtingið nú samtykt, at Fíggjarmálaráðið kann sleppa at brúka upp á úthurðina.
Kundu bíða 14 dagar
Nú eru tað nógv harrans ár síðani, at Løgtingið samtykti at keypa Albert Hall á Argjum til almenna fyrisiting.
Fyrst og fyrst er tað Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, sum halda til í bygninginum.
Og í andstøðuni í Løgtinginum undrast tey á, at tað skal vera so átrokandi at fáa pengar til eina úthurð beint nú, eina viku áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár verður samtykt.
Tey undrast á, at nú hava tey klára seg við hurðina sum er í so nógv ár, at tey máttu saktans klára seg við hana í tvær vikur afturat.
Tey undrast tískil á, hví hetta partú skal við á eina eykajáttanarlóg ístaðin fyri at bíða í tvær vikur afturat, tí so kann Fíggjarmálaráðið brúka av fíggjarkarminum fyri næsta ár til hurðina, vissi hon er so átrokandi.
Ein, sum undrast stórliga, er Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og limur í fíggjarnevndini.
Hon heldur, at tað er umráðandi at halda fast um meginregluna um, at umbønir um eykajáttanir einans skulu nýtast til tað, sum er brádliga íkomið, ella sum tíð ikki var til at fáa í vanligu fíggjarlógina, ella sum tíð ikki er at bíða eftir til næsta fíggjarlóg kemur í gildi.
- Næsta fíggjarlóg fær gildi um tvær vikur, staðfestir hon
Og tá eru bæði jól og nýggjár og sostatt fleiri frídagar við í hesum báðum vikunum.
- Tá ið Fíggjarmálaráðið skundar eina umbøn sum hesa ígjøgnum, gongur tað á odda í at legalisera, at umbønir um eykajáttan, sum bara koma upp á kvamsvís.
- Tá hevði verið betur, um ráðið gekk á odda fyri at tátta í og tryggjað, at eykajáttanir hildu seg til tað, sum tær eru ætlaðar, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Bill Justinusen heldur, at tað er stór skomm at koma við hesum nú, tað er spart so nógv allastaðni og heldur ikki Tórbjørn Jacobsen skilir, hví tað skal verða neyðugt við eini úthurð, sum kostar tað sama sum eini trivalig sethús á bygd.
Tragikomiskt
Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, heldur ikki, at 900.000 krónur er so lítil upphædd hóast alt, tí tær høvdu gjørt stóran mun á nógvum økjum.
Og hon heldur, at tað kann tykjast tragikomiskt, at tað almenna skal brúka so nógvan pening upp á eina úthurð, nú tað verður leitað við lykt eftir hvørjum oyra, sum tað ber til at spara burtur.
Tað eisini er klípt burtur av hjá fyritíðarpensjónistum og øðrum bólkum, sum eru teir allarveikastu í samfelagnum, sigur hon.
Men hon vónar kortini, at tey í Fíggjarmálaráðnum eisini hugsa um møguleikarnar hjá fólki í koyristóli at sleppa inn og út úr bygninginum, tá ið tey nú útvega sær eina ”karruselhurð”.
- Eg havi fingið upplýst, at ”karruselhurðar” eru tað ringasta at sleppa inn og út ígjøgnum hjá fólki í koyristóli so eg vóni, at tey hugsa seg væl um og fáa eina hurð, sum er góð at sleppa um, eisini hjá fólki í koyristóli, sigur Leila Solmunde.
Púra svakligt
Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, sum er felagið fyri menningartarnað, heldur, at tað er heilt ótrúligt, at samgongan kann fáa seg til at brúka 900.000 krónur upp á eina úthurð, soleiðis sum tíðirnar eru.
- Hetta er púra svakligt í tíðum, sum hesum.
- Tað kann væl vera, at tey hava brúk fyri eini úthurð, men tað er ótrúligt, at tey skulu gera tað beint nú.
Sigrun Wardum heldur, at 900.000 krónur er ikki so lítið av pengum.
- Tað er árslønin hjá minst tveimum starvsfólkum í heilsurøktini ella á einum sambýli, sum eru skorin inn á bein, sigur forkvinnan í Javna.
Burtur úr vón ov viti
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, heldur, at hóast upphæddin ikki er so stór, er signalvirðið ómetaliga stórt.
Og tað er avberavánaligt signalvirði í at at brúka 900.000 krónur til eina úthurð í hesum døgum.
Tað kann væl verða, at tað gýsur illa í Fíggjarmálaráðnum, men eg haldi meg vita, at tað gýsur eisini rættiliga illa í onkrum av sambýlunum, sum menningartarnað búgva í.
Hendan upphæddin hevði verið væl betri farin, varð hon brúkt til ábøtur og umvælingar í onkrum sambýli, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum.
Annars hevur hon akkurát verið uttanlands og har var hon í einum stórum handilsdepli, sum hevði ”karruselhurð”.
- Men tann varð steðgað, tí tað var ov ringt veður til at hava hana opna. Av tí sama mól hon ikki runt, soleiðis sum ætlanin var, men stóð still, so fólk kundi ganga ígjøgnum.
Løgtingið skal atkvøða um úthurðina
Løgtingslimir sleppa nú at taka støðu til, um Jóannes Eidesgaard skal fáa 900.000 krónur av skattaborgarans pengum, til eina nýggja úthurð til Fíggjarmálaráðið.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, hevur Løgtingið samtykt, at játta 900.000 krónur til eina nýggja úthurð í Fíggjarmálaráðnum.
Peningurin er við í eini størri játtan, har ymiskt annað eisini er við.
Men málið skal fyri í Løgtinginum einaferð afturat og tað verður helst fyrst í næstu viku.
Tórbjørn Jacobsen, tinglimur fyri Tjóðveldi og limur í fíggjarnevndini, sigur, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, so at tey ymsu málini verða skild sundur.
- Løgtingslimir skulu fáa høvi til at atkvøða serskilt um hesa úthurðina, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.
- So fáa vit at síggja, hvør atkvøðir fyri og hvør atkvøðir ímóti úthurðini, leggur hann afturat.