- Vit eru sera ónøgd við tær broytingar, sum eru gjørdar, og vit eru sera ónøgd við, at hetta ikki verður gingið aftur á beint.
Soleiðis ljóar ein áheitan Maud Vang Hansen, forkvinnu í Heilafelagnum, á Løgtingið.
Í morgin fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot um at broyta vegskattin fyri bilar, so at hann ikki longur verður roknaður eftir vekt, og eftir um hann brúkar bensin ella diesel. Ístaðin skal vegskatturin roknast út aftur hvussu illa, ella lítið, biurin dálkar umhvørvið.
Í hesum sambandi hava bæði Heilafelagið, og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, vent sær til Løgtingið, har tey vísa á, at tað eru summi fólk í samfelagnum, sum hava rørslutarn, og har bilurin er eitt neyðugt hjálpitól.
Í hesum sambandi er ofta talan um stórar og tungar bilar, sum skulu hava lyftu, ið kann lyfta ein koyristól upp í bilin.
Men, eisini hesi fólkini rinda vegskatt eftir, hvussu stórur og tungur bilurin er, tí altlit verða ikki tikin at, at talan er um eitt hjálpitól.
Tey føra fram at tey, ið hava bil sum hjálpitól, eru tengd at øðrum almennum reglum og tey kunni ikki sjálvi gera av, nær, og hvussu ofta, tey noyðast at skifta bil.
Tey siga eisini, at tey hava fingið at vita, at hesi viðurskifti skuldi fáast í rættlag, men nú uppskotið um at leggja vegskattin um, er lagt fyri Løgtingið, er framvegis onki hent.
- Heilafelagið mælir staðiliga til, at broytingar í veskattinum, taka støði í, at fólk við rørslutarni hava fyri neyðini at keypa stóran bil, og ikki eru eins frí og privatpersónar við privatum bilum, tá talan er um bilkeyp.
- Tí eigur ein serlig loysn at vera gjørd fyri fólk við rørslutarni, sum hava lívsneyðugan tørv á bili, siga tey.
Tey halda, at politiska skipanin má gera mun á, um bilurin er til privatan tørv, til vinnuligan tørv ella um bilurin er eitt neyðugt hjálpitól.
Tí mæla Heilafelagið, og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, til, at undantak verður gjørt í vegskattinum fyri teir bilar, ið eru hjálpitól, soleiðis at hann verður lægri.
Og tey vilja eisini hava, at skipanin verður gjørd við afturvirkandi kraft, so at eisini tey, sum longu hava keypt vil sum hjálpitól, fáa ein part av vegskattinum afturrindaðan.
Tey vísa eisini á, at mangan er talan um fyritíðarpensjónistar, ið ikki hava serliga høga inntøku.